Jansy Gaardlykke hevur ábyrgdina av ráðgevingarstovuni hjá felagnum, har ein av hennara uppgávum er at seta fólk í samband við umboð fyri teir ymsu sjálvhjálparbólkarnar. Næsta týsdag skipar ein av hesum bólkunum, "Bót til Bata", fyri hugnaløtu fyri kvinnum, ið eru ella skulu skurðviðgerast fyri krabbamein í brósti.
Broyta myndina
? Bróstkrabbi er ein álvarslig sjúka, men útlitini fyri at gerast frísk eru ikki so døpur, sum fólk flest halda, og tey gerast alsamt betri, sigur Jansy. Men gamla ræðumyndin, um at krabbamein næstan er eitt slag av deyðadómi, hongur framvegis við hjá nógvum. Vit hoyra næstan bara um tey, sum doyggja av sjúkuni og ógvuliga lítið um øll tey, sum verða frísk. Tí er tað ein øgiliga stóru skelkur at fáa staðfest krabbamein, og ofta mugu vit brúka nógva orku uppá at fáa sjúklingin til at hugsa øðrvísi um sjúkuna og um, at meir enn helvtin av sjúklingunum verða heilt frísk aftur.
Kvinnuligheitin
? Fyrsti tankin hjá kvinnum, ið fáa staðfest bróstkrabba, er ofta bara at fáa bróstið burtur, sum skjótast, um tað merkir, at tær so kunnu liva. Bróstið verður næstan ein ímynd av sjúkuni, sum tær vilja gera alt fyri at fáa burtur, sigur Jansy. Ikki fyrr enn seinni, tá fyrsti skelkurin hevur lagt seg, og tær kanska eru vorðnar frískar, byrja tær at hugsa um, hvat hetta merkir fyri tær sálarliga og ikki minst fyri teirra kroppsfatan. Tær eldru kvinnurnar taka tað kanska ikki so tungt at missa annað bróstið, men nógvar av teimum yngru kenna tað, sum tær hava mist ein týdningarmiklan part av teirra kvinnuligheit. Og tað er lætt at skilja, tí ein vanlig kvinna eigur jú at hava tvey bróst. Og hetta verður ikki lættari at góðtaka, tá tú hugsar um, hvussu bróstfikserað okkara verð er.
? Tað finnast nógvir møguleikar í dag at endurskapa bróstið, ikki bara við teimum vanligu protesunum men eisini við silikone, vatnballón ella við at taka vøddavevnað aðrastaðni frá kroppinum. Og tað kann gerast so nátúrligt, at onnur als ikki varnast tað.
? Í nógvum førum er tað møguligt at fáa eina bróstvarðveitandi skurðviðger. Men í Føroyum er tað framvegis mest vanligt, at alt bróstið verður tikið, tí tá er ikki neyðugt við eftirfylgjandi stráluviðgerð, sum skal gerast í Danmark og er sera orkukrevjandi.
"Bót til bata"
Heilsuverkið ger sjálvsagt eitt stórt og gott arbeiðið fyri bróstkrabbasjúklingar. Tó hoyra vit ofta sjúklingarnar siga, at tað sum hevur hjálpt teimum mest er at tosa við onkran, sum hevur verið ígjøgnum tað sama. Og her er tað, at sjálvhjálparbólkurin "Bót til bata" kann hjálpa. Hetta er ein bólkur við umleið 10 kvinnum, sum allar hava verið skurðviðgjørdar fyri bróstkrabba. Tær hava fingið upplæring í at stuðla, ráðgeva og vegleiða aðrar kvinnur, ið eru ella kanska eisini skulu skurðviðgerast fyri sjúkuna. Kvinnurnar í "Bót til bata" hava allar verið frískar í í minsta lagi tvey ár og eru so mikið væl fyri sálarliga, at tær kunnu stuðla aðrar.
? Bara tað, at hitta eina fríska kvinnu, sum eisini er skurðviðgjørd, hevur ómetaliga nógv at týða, sigur Jansy. Tað gevur eitt bjartskygni, sum heilt víst eisini skundar undir lekingargongdina. Hesar kvinnur vita, hvat tær tosa um, tær hava verið ígjøgnum alla viðgerðina og kenna alt til óttan, ivan og kensluligu broytingarnar, ið fylgja við. Tær duga at seta røttu orðini á, soleiðis at ein kvinna, ið kanska júst hevur fingið staðfest sjúkuna, nýtist als ikki at koma við longum frágreiðingum um, hvussu hon hevur tað.
? Allar hava tær sjálvandi eisini royndir við, hvussu starvsfelagar og onnur kanska hava hildið seg burtur, tá tað frættist um sjúkuna. Og tað er á leið tað ringasta, tú kanst gera. Í berum ótta fyri ikki at siga ella spyrja nakað skeivt, velja fólk eisini ofta onki at siga. Um tú ikki heldur teg duga at fara til kvinnuna og spyrja, hvussu tað gongur, er tað besta bara at siga við hana, at tú also ikki veit, hvat tú skalt siga. So er tað upp til kvinnuna sjálva, hvussu ella um hon hevur hug at koma inn á sjúkuna, og tað vil hon sum oftast fegin.
Lívið gongur víðari
Jansy vísir hinvegin á, at nógvar kvinnur við bróstkrabba ikki eru so fegnar um at traðka fram alment og tosa um sjúkuna.
? Tað er ikki tí tær skammast ella ikki vilja góðtaka sjúkuna. Tað er tí, tær ikki sjálvar fata seg sum sjúkar og vilja sleppa at savna seg um at liva eitt vanligt lív, sum øll onnur. Tær verða javnan mintar á sjúkuna við tað, at tær ganga til eftirlit, og tað er meir enn ríkiligt.
Tað føroyska samfelagið er eisini so lítið, og fólk kenna so lætt hvønn annan aftur. Ongin bríggjar seg um, sum tað fyrsta, at verða settur í samband við eina álvarsama sjúku, hvørja ferð ein vísir seg onkustaðni. Bróstkrabbi vil altíð vera ein partur av tínum lívi, men so avgjørt ikki alt títt lív framyvir, sigur Jansy.
Ein kjans afturat
Lívsáskoðanin hjá kvinnum við bróstkrabba broytist ofta grundleggjandi, og tær flestu byrja at tosa um eitt lív áðrenn og aftaná, at sjúkan varð staðfest, greiðir Jansy frá.
? Onkur av teimum hevur samanborði tað við at detta niður í einum flogfari og sleppa frá tí við lívinum. Tær hava fingið ein kjans afturat, og hann skal brúkast. Tær byrja at raðfesta heilt annaleiðis og skyna avgjørdar ímillum, hvat hevur týdning, og hvat ikki hevur. Fyri tær er lívið ikki ein sjálvfylgja longur. Tað er ein gáva, sigur Jansy Gaardlykke at enda.
??????
FAKTA
?Meir enn helvtin av kvinnum, ið fáa staðfest bróstkrabba verða frískar aftur ella liva væl við sjúkuni
?Umleið 20-25 kvinnur í Føroyum verða raktar av bróstkrabba hvørt ár, og talið er vaksandi. Enn vita læknar lítið um orsøkirnar.
?Tað ber ikki til at tosa um avísar vandabólkar í hesum føri. Allar kvinnur eru í líka stórum ella líka lítlum vanda.
?Tað er altavgerandi at sjúkan verður staðfest skjótast til ber. Tí eiga vit at taka ráðini og vegleiðingarnar um sjálvskanning av bróstunum í størsta álvara.
?Mett verður, at fleiri enn 200 kvinnur í Føroyum hava havt ella liva við bróstkrabba í dag.
????????
Ráðgeving
Føroya felag móti krabbameini hevur í løtuni 3 sjálvhjálparbólkar: "Bót til bata", Stomi-bólkurin og Foreldrabólkur at børnum við krabbameini.
Sjúklingar og avvarandi, sum venda sær til felagið, kunnu soleiðis altíð sleppa at tosa við onkran, sum av egnum royndum veit, hvat sjúkan snýr seg um. Bólkarnir skipa fyri hugnaløtum við fyrilestrum eina ferð um árið.
Næsta tiltakið hjá felagnum verður ein hugnaløta hjá "Bót til Bata", har Karen Heinsen, sosialráðgevi fer at halda fyrilestur um assertión. Eisini fer Heidi Hvidbro, ið sjálv er skurðviðgjørd fyri bróstkrabba, at greiða frá Noregstúri í oktober, har fokus varð sett á krabbamein í brósti.
Hugnaløtan verður á Hotel Føroyum 11. mei kl. 19.00
Meir fæst at vita á heimasíðuni hjá felagnum á www.krabbamein.fo










