Eitt nýskapandi umhvørvi

Í hjartanum av Havnini húsast nakrar smærri fyritøkur undir somul lon, og endamálið við hesum er at menna eitt nýskapandi umhvørvi, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland

Umframt Bitland eru tað eitt nú Simprentis, Sp/f Jónsvein Joensen, Dam sp/F, Syntesa og Winit, sum húsast undir somu lon.Harumframt hava hevur advokatfelagið Hentz og sálarfrøðingarnir Ásvør Skaalum, Oddbjørg Balle og Kári Leivsson skrivstovu í Tórsgøtu. Felags fyri hesar fyritøkur er, at tær allar eru smáar, hvat viðvíkur starvsfólkatali. Tað er eisini ein fyritreyt fyri, at fyritøkurnar kunnu verða við í nýskapandi umhvørvinum í Tórsgøtu, sigur Ólavur Gregersen.
 
Altíð fleiri verkætlanir í gongd
Stjórin í Bitland sigur, at tað er ein styrkur at hava fleiri smærri fyritøkur undir somu lon, ið eisini gera gagn av hvørjum øðrum.
- Vit hava øll ymiskar førleikar, og í húsinum eru bæði búskaparfrøðingar, løgfrøðingar, verkfrøðingar og sálarfrøðingar. Hetta ger, at vit kunnu síggja verkætlanir, sum vit arbeiða við, frá nógvum ymiskum sjónarmiðum, og tað er avgjørt ein styrkur. Nógv kann líkjast í tí arbeiði, sum vit gera, men vit síggja trupulleikar og møguleikar við  ymsum eygum, greiðir Ólavur Gregersen frá.
Hann sigur, at í løtuni arbeiðir Bitland við tí máli, at tað skulu stovnast ein til tvær fyritøkur um árið, ið eru nýskapandi, og sum hava altjóða marknaðarmøguleikar.
- Vit hava allatíðina tvær til tríggjar verkætlanir koyrandi, og hugsanin er, at tær skulu mennast her í umhvørvinum, til tær vaksa seg út um hetta umhvørvi, sigur Ólavur Gregersen.
 
Umráðandi at hava eitt netverk
Stjórin í Bitland sigur, at tey eru sera fegin um at fáa eitt slíkt umhvørvi upp at standa her í Føroyum, tí av tí at okkara samfelag er so lítið, hevur tað sera stóran týdning, at man samstarvar innan vitanarøki.
- Vit eru so smá, og talentmassan aðrastaðnis er so stór, at tað er nógv lættari at fáa slík umhvørvi upp at standa uttanlands. Vit vita jú, at til dømis hava størstu fyritøkurnar uttanlands menningardeildir, ið eru líka stórar sum størstu fyritøkurnar her á landi. Tí hevur tað sera stóran týdning, at vit hava eitt gott vitanarnetverk, sum virkar væl, og har tað er lætt at fáa atgongd til vitanina hjá hvørjum øðrum. Tað vísir seg nevnliga, at virkar hetta netverk, gongur tað heila lættari, og góðskan verður hægri, sigur Ólavur Gregersen.
 
Deilast um nógv
Í húsunum báðum í Tórsgøtu, sum Bitland og hinar fyritøkur húsast í, deilast tey um annað enn bara vitan.
- Tá ið tú leigar teg inn her, skalt tú einans hava telduna við tær. Innbúgv og øll vanlig nýtsla er íroknað húsaleiguna, men tú skalt sjálvur gjalda fyri telefonnýtsluna. Eisini eru átta tímar av skrivstovuhjálp um vikuna við í húsaleiguni, sigur Ólavur Gregersen.
Hann sigur, at sum er, er nóg mikið av plássi í mun til tørvin, men innan tvey ár verður vónandi neyðugt við størri hølum, ið helst skulu verða einar 600 til 800 fermetrar til støddar, sum hevði verið hóskandi.