Eitt nærum 100 prosent fjós

Í morgun byrjaði mjólkarframleiðslan av álvara í nýggja og stórsligna fjósinum í Havnardali. – Vit eru øgiliga spentir uppá ætlanina, tí her fáa neytini tær allarbestu umstøðurnar, sigur Tórfinnur Dalsgarð. Hann er ein av teimum fýra bøndrunum, sum eiga hetta leysgongufjósið

Havnardalur: - Tað eru sera nógvir fyrimunir við hesi ætlanini, sigur bóndin av Velbastað.

Saman við bygdarmonnum sínum Jóhan Petur Brekkstein og Páll Djóna á Steinum, og Poul Müller hava teir bygt hetta 2000 fermetrar stóra fjósið, higar neytini fluttu inn í gjárkvøldið.

Teir hava fingið íblástur til innrætting og arbeiðsumstøður uttanlands, og halda seg hava fingið sera væl burtur úr.

- Eitt slíkt fjós verður ongatíð 100 prosent. Men við hesum fjósinum eru vit komin rættiliga nær, sigur ein bjartskygdur Tórfinnur Dalsgarð við Sosialin.

Gongst sum ætlað kann mjólkaframleiðslan hjá hvørjum neyti sær koma heilt uppá 10.000 litrar um árið.


Skipaður gerandisdagur

Fleiri orsøkir eru til at teir fýra bøndurnir fóru undir hesa ætlanina, sum í kostnaði táttar í tær 20 milliónirnar.

Ein av stóru orsøkunum er, at Poul, Jóhan Petur, Páll Djóni og Tórfinnur vilja spara tíð, samstundis sum neytahaldið verður nútíðargjørt og munandi effektiviserað.

Tað er helst so sum Tórfinnur sigur tað: - Hereftir verða tey tradisjonellu básafjósini at meta sum søga.

- Vit mugu koma víðari, og tí fara vit at síggja fleiri fjós av slíkum slagi í framtíðini, sigur Tórfinnur Dalsgarð, sum nú sær fram til at ein meiri skipaðan gerandisdag.

Eins og hjá so mongum øðrum hevur neytahaldið tikið alla arbeiðstíðina og meginpartin av frítíðini eisini hvønn Guds skapta dag. Men nú skal vend koma í!

- Og so fáa vit eisini meiri tíð saman við familjum okkara, slær hann fast.


Besta góðskan

Eitt er øll tann tøkniliga útgerðin, sum hoyrir til eitt slíkt nútíðar fjós. Eitt annað er, at teir fýra bøndurnir hava lagt stóran dent á at gera fjósið so neytavinarligt sum yvirhøvur gjørligt.

Í nýggja fjósinum sleppa neytini nevniliga at ganga leys og annars ansa seg sjálvi í ein stóran mun, júst so sum tey annars høvdu gjørt uttanfyri teir fýra veggirnar í fjósinum.

Nú kunnu tey sjálvi fáa sær at eta, tá tey kenna svongd til tað. Og tá tey merkja, at nú er tíð til mjólking, so verða tey tað automatiskt.

Fjósið er gjørt soleiðis, at tað skal verða so ljóst inni sum tilber inni hjá neytunum. Her skal vera góð inniluft við natúrligari útlufting, eins og tey ganga á gummimáttum og hava liggi-básar við bleytum madrassum, eins og bøurin í náttúruni.

Pláss er fyri 180 neytum, og hevur tvey tólmenni til mjólkingina. Hvørt teirra kann mjólka 65 neytum um samdøgrið, og er mjólkingin og fóðringin tí sera framkomin.

- Hetta er neyðugt fyri at tryggja mjólkarvirkinum MBM eina rávøru við best møguligari góðsku tey komandi árini, siga teir fýra bøndurnir.


Fjósini hvørva

Fjósið í Havnardali er fyrsta av sínum slagi í Føroyum, men uttanlands er ein so líðandi farin yvir til hesi fjósini.

Hugskotið til hesa ætlanina kom í roynd og veru í eini veitslu hjá MBM fyri eini 5-6 árum síðani. Her fall prátið inn á umstøðurnar hjá føroysku bøndrunum.

Teir fýra bøndurnir vóru fult greiðir yvir, at eingi vanlig fjós við básum verða bygd uttanlands, og hesi fjósini tí fóru at hvørva so líðandi.

- Ja, støðan er í veruleikanum hon, at tað er als ikki loyvt at byggja slík fjós í dag. Neytini hava higartil staðið bundin í sínum básum, men tað verður altso ikki góðtikið longur, staðfestir Tórfinnur Dalsgarð.

Í januar 2005 vóru teir fýra bøndurnir á eini ferð í Danmark, har teir hugdu eftir fleiri slíkum fjósum og í november í fjør vóru teir í Íslandi í somu ørindum.

Út frá eygleiðingum sínum komu teir so fram til, hvussu teirra fjós skuldi síggja út. Tí kann sigast, at hetta fjósið í Havnardali at meta sum eitt eindømi.

- Vit hava snøgt hava tikið tað besta burtur úr hvørjum fjósi, og hava síðani snikkað tað saman til hesa framkomnu loysnina.

- Tí kunnu vit siga, at vit á ein hátt eru frammanfyri okkara tíð, sigur Tórfinn Dalsgarð.




Fyrimunir við felags fjósi


Tað eru í øllum førum fimm fyrimunir við hesum nýggja fjósinum:

- Samarbeiði: Har arbeiði kann býtast eftir vitan og evnum

- Trivnaður: Minni likamligt arbeiði, hvíld, møguleikar fyri frítíð, og meira tíð til at gera aðrar uppgávur á festunum

- Djóravælferð: Bestu umstøður, fóðring og røkt

- Vørugóðska: Reinføri og ein meiri vistfrøðiliga vøru

- Umhvørvi: Skipað viðurskifti, har framleiðslan er uttanfyri bygt øki