Eitt nýliberalistiskt samfelag

Teir stóru samgonguflokkarnir draga partvíst hvønn sín veg í fíggjarpolitikki, sum annars er grundarlagið udir øllum samfelagsligum virksemi. Hetta avdúkaði orðaskiftið á løgtingi ígjár, tá formaður Fólkafloksins hølvaði frágreiðingina so nógv niður, at litið varð eftir at bera samgonguna á.

Í grundini er tað rættiliga løgið, tí tann, sum hevur lurtað eftir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Hansen, og greinað orð hansara, kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at hann fíggjarpolitiskt liggur nærri Fólkaflokkinum enn tí fíggjarpolitikki, sum eyðkennir Tjóðveldisflokkin. Ella hevur eyðkent Tjóðveldisflokkin, tí tey flestu munnu hava varnast, at hann hevur snarað nakað nógv til høgru síðani seinasta val.


Fíggjarpolitiska ærlanin hjá samgonguni ? soleiðis mugu vit velja at kalla hana hóast alt ? miðjar annars eftir at halda aftur almennar útreiðslur. Tað síggja vit innan heilsuøkið, samferðslu- almanna- og undirvísningarøkið. Her skal framhaldandi lítið og einki vera til viðlíkahald.


Nógvur peningur er runnin í landskassan seinastu árini, men hann verður ikki brúktur til at dagføra samfelagið við. Afturímóti skal prógvast, at vit kunnu skipa fullveldið Føroyar. Tað skal prógvast, at vit skulu klára okkum uttan heildarveitingina. Tey flestu taka óivað undir við formannin í ráðgevandi nevndini, Arna Larsen, tá hann sigur, at vit kunnu klára okkum uttan blokkin. Men avleiðingin verður eitt samfelag við lægri livistøði. Tað eiga vit at gera okkum greitt.


Tí skulu vit hava í huga, at vit standa á tveimum vegamótum. Í fyrsta lagi í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna, sum øll samgongan stendur saman um. Og í øðrum lagi í spurninginum: hvat samfelag velja vit. Í hesum spurningi bendir alt meiri og meiri á, at fyritreytin fyri fullveldinum er eitt minni samhaldsfast samfelag, men eitt samfelag eftir hugsjónunum hjá nýliberalistunum. Hetta er kósin hjá Fókaflokkinum, men tekur Yjóðveldisflokkurin og tann sosialliberali Sjálvstýrisflokkurin undir?