SAMRØÐA
Orð: Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Mynd: Regin W. Dalsgaard
Sigur tú Hans Edward Andreasen, so hevur tú eisini sagt The Dreams, Eirikur, Corfitz og Heini. Nøvn, føroyingar flest kennast við. Lat hetta vera míni ráð til tín: næstu ferð tú hoyrir navnið Hans Edward Andreasen, hugsa so eisini Edmund í Garði, Rúni Mouritsen, Jan Mýrá og glóð.
Ikki tí, The Dreams livir sanniliga og har er nógv spennandi í væntu. Hans Edward er eisini framvegis, og verður framyvir, líka stórur partur av The Dreams, sum hann altíð hevur verið. Í so máta er einki broytt. Men við nýggja bólkinum glóð, sum Hans Edward hevur tikið stig til, er føroyska ljóðmyndin broytt med alla. Heimligi tónleikapallur okkara fær við fløguni frá glóð eitt nýtt ljóð og eina nýggja dimensión. Júst nær henda fløgan kemur á marknaðin, vil bólkurin ikki út við enn. Greitt er tó, at teir fýra í hesum døgum gera seg kláran til at fara í upptøkuhølið hjá Kristoffur Mørkøre, og at fløgan kemur út í hesum árinum.
Duga at gera tónleik
- Eg havi ikki gjørt annað enn at spælt tónleik seinastu tíggju árini, so eg dugi at gera tónleik og veit hvat er gott. Soleiðis sigur Hans Edward, sum eins og Rúni og Edmund hevur búð í Danmark seinastu mongu árini.
Fyri nógvum árum síðani, sum heilt ungir tannáringar í Føroyum, spældu hesir menninir eisini saman. Hans Edward, Rúni, Høgni Fagraberg og Ísak Sambleben mannaðu bólkin Salut, sum var fyrsti bólkurin, Hans Edward var við í. Seinni spældi hann við í Zink, sum Edmund í Garði eisini var partur av. Nú eru teir tríggir, Hans Edward, Rúni og Edmund savnaðir í sama bólki, saman við beiggja Hans Edward, Jan Mýrá, sum vit kenna best frá Onion Tree.
Tað fyrsta – og inn til henda grein, varð prentað – higartil einasta, almenningurin hevur hoyrt og sæð til glóð er stívliga hálvurannar minuttur, har bólkurin hevur latið seg filmað.
Tørvur á føroyskum
Í sjónbandabrotinum, sum higartil hevur verið víst umleið 1000 ferðir á YouTube, greiða teir frá trongdini og tørvinum á at gera føroyskan tónleik. Hetta spyrji eg nærri inn til og Hans Edward svarar, at dreymurin um at gera føroyskan tónleik aftur, birtist, tá hann fór undir at arbeiða við Revolt, ensku fløguni hjá The Dreams, í 2009.
- The Dreams er mítt livibreyð, sum ger, at alt kann mæla runt. Eg eri eisini ekstremt stoltur av The Dreams. Men The Dreams er eisini við at seta meg í bás. Hinvegin er glóð ikki nakað livibreyð. Tvørturímóti. Men kortini er glóð so forbannað umráðandi fyri okkum at gera.
Hans Edward er ivaleysur, tá hann greiðir frá. Hann tosar inniligt og erligt og avdúkar, at glóð á ongan hátt er nakað hyggeprojekt hjá teimum fýra tónleikarunum, sum allir hvør í sínum lagi hava aðrar tónlistarligar avbjóðingar og uppgávur í gerandisdegnum.
- Fyri okkum er glóð eisini tónlistarlig menning, har vit hava møguleikar at vísa aðrar síðir av okkum, greiðir Hans Edward frá. Sjálvir kalla teir tónleikin fyri melidiøsan, sveimandi lofthavs rokk við einum ískoyti av elektropoppi. Lýsingin er neyv, men tónleikurin rúmar eisini meira. Ferðin høg og ein ávís dýpd merkir tónleikin, sum ger ljóðmyndina meiri kompleksa. Øðrvísi enn nakað annað, vit áður hava sæð á føroyskum.
Sambært Hans Edwardi er tað eisini ein tørvur á, at júst henda genran, verður dyrkað meira í Føroyum. Ikki minst á føroyskum.
- Eg havi skrivað tekstir á føroyskum, donskum og enskum. Og líkamikið hvat øll onnur siga, so er tað meiri fjart at skriva á einum fremmandum máli. Tá eg sat við Revolt, føldi eg eina trongd eftir at sleppa undan at goyma meg aftanfyri eitt annað mál. Innanfyri hesa genruna er eisini so lítið gjørt á føroyskum. Chase hevur gjørt eitt sindur við tað, tað elskaði eg, men har er nógv eftir at grava í og nógv eftir at siga, greiðir Hans Edward frá, sum tó ikki smæðist fyri at brúka danismur og orð, sum vanliga ikki verða bólkað sum føroysk.
Í løtuni telur komandi fløgan 11 løg, men gongst sum ætlað verður eitt 12. lag gjørt ein av døgunum. Felagsnevnarin fyri løgini er, at tey øll eru føroysk og viðgera evni, sum merkja gerandisdagin í Føroyum. Eitt nú er ein sangur um ferðsluvanlukkur, ein um kærleika, ein um homoseksualitet og ein veitslusangur. Tekstirnir hava sostatt ikki útgangsstøði í einum ávísum evni, men spenna víða.
Ikki konsert men show
Sum bólkur ynskir glóð eisini at spenna víða. Tónleikararnir í bólkinum stremba eftir, at glóð skal vera ein eksklusivur og forvitnisligur bólkur.
- glóð skal vera nakað eksklusivt og serstakt, heilt frá byrjan. Tí lata vit eisini upp fyri bólkinum soleiðis sum vit gera, fortelur Hans Edward og sipar til brellbitan av einum sjónbandi, sum teir hava lagt á YouTube fyri góðari viku síðani. Eitt sjónbandabrot rópt »glóð (Teaser 1)«, sum soleiðis staðfestir, at fleiri brellbitar – ella teasarar – eru ávegis. Hvussu hesir koma at ljóða og nær teir koma út, vil bólkurin ikki avdúka. Vit kunnu hinvegin avdúka, at demoútgávurnar av tónleikinum, glóð higartil hevur spælt inn, liggja rættiliga langt frá dramatisku og døpru klavertónunum, sum eyðkennir fyrsta brellbitan frá glóð.
- Vit ynskja heldur ikki at vera ein bólkur, sum spælir annaðhvørt vikuskifti. Tað skal vera eksklusivt og tískil kunnu vit bara spæla tvær ella tríggjar ferðir árliga. Men tá vit so gera tað, verður tað størri enn nakað, vit áður hava sæð. Vit gera eitt show heldur enn eina vanliga konsert. Og hóast fløgan als ikki er liðug enn, gera vit video og menna hugskot, sum skulu brúkast til showið, sigur Hans Edward Andreasen, sum síðani verður avbrotin av telefonini, sum ringir. Tað er Sverre Nolsøe, sum tekur sær av bróðurpartinum av praktiska arbeiðinum kring bólkin. Hann hevur fingið fatur á einum platti, sum kann tryggja, at ljóðførini verða flutt trygt til Føroya, har fløgan, sum hevur fingið heitið »Mítt stríð er mítt ríki«, skal takast upp.
Hans Edward hevur ikki meiri enn lagt á, so ringir aftur. Hesaferð er tað ein av stóru tónleikafyriskiparunum í summar, sum spyr seg fyri. Hans Edward undrast, tí tað einasta viðkomandi hevur hoyrt til bólkin, er tað avmarkaða tilfarið, sum liggur á YouTube.
Eftir at hava hoyrt partar av tilfarinum frá glóð undrist eg ikki. Tvørturímóti gleði eg meg at síggja næsta brellbitan, hoyra fløguna og uppliva showið. Tað átti tú eisini at gjørt.
--
Fakta
glóð
Hans Edward Andreasen, sang & gittar
Edmund í Garði, gittar
Rúni Mouritsen, trummur
Jan Mýrá, bass
Bólkurin fer í studio fyrsta dagin at spæla inn fløguna »Mítt stríð er mítt ríki«, sum telur 12 løg, øll á føroyskum