Tað var eitt mistak í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, at góðkenningin av havnarútbyggingini í Havn varð send Tórshavnar Havn, áðrenn landsstýriskvinnan við ábyrgd av málinum, Sirið Stenberg, endaliga hevði góðkent málið.
Útvarpið veit at siga, at tað var ein fulltrúi í ráðnum, sum sendi góðkenningina – hóast landsstýriskvinnan hevði boðað frá, at hon skuldi umrøða málið á landsstýrisfundi, áðrenn góðkenningin varð send.
Sirið Stenberg vildi ikki svara útvarpinum, um hetta fór at føra til uppsagnir í Innlendismálaráðnum. Hon vildi heldur ikki viðmerkja, um hon hevði álit á sínum starvsfólkum.
Partafólkini hjá Sirið Stenberg í býráðnum eru ikki fyri útbyggingini. Serliga er tað Marin Katrina Frýdal, sum hevur verið ímóti, og hon segði – eftir at góðkenningin kom frá Sirið Stenberg, at landsstýriskvinna varð trýst politiskt fyri at góðkenna útbyggingina.