Eitt minniligt ár hjá fiskimonnum

Á landsfundi í Føroya Fiskimannafelag, sum byrjaði á Hotel Føroyum klokkan 10 í morgun, var ikki tað stóra talið av limum. Í fleiri ár hevur landsfundurin verið hildin millum jól og nýggjárs, men soleiðis er ikki í ár.

Í dag - 16. desember - er landsfundur, og í kvøld verður veitsla í sambandi við, at felagið í november í ár gjørdist 100 ár.

Tá luttøkan á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag var størst, lá talið væl omanfyri 100, men í dag liggur talið sambært Andriasi Berglíð, sýsluformanni í Vágum, um fimmti.

Jan Højgaard, felagsformaður, segði, tá hann legði fyri í morgun, at árið í ár hevur verið merkt av teimum sera hørðu samráðingunum, sum vóru millum manningarfeløg og reiðarar veturin 2010/ 2011.

- Samráðingarnar vóru harðar og endaðu við at leggja Føroya Reiðarafelag lamið. Vit vita ikki, um okkara mótpartur í dag er eitt veruligt felag, segði felagsformaðurin.

Jan Højgaard segði, at hetta eisini er árið, tá løgtingið tók burtur inntøkutrygdina frá sjófólki, umframt at fleiri gjøld eru løgd á fiskimenn.

- Enn er fíggjarkreppan ikki avhasað, og høgu oljuprísirnir eru ein stór avbjóðing fyri flest allar fiskimenn, legði hann aftrat.

Hann segði, at makrelurin kom sum ein kærkomin gáva og var við til at geva nógvum fiskimonnum eina góða inntøku.

- Vit høvdu tó ynskt, at manningarnar fingu fulla úrtøku úr makrelinum, legði felagsformaðurin aftrat.