Eitt minni um foreldur míni

Esmar Olsen Ebba f. Joensen
* 6. august 1930 + 18. mai 2002 * 13. oktober 1929 + 3. januar 2004


Pápi var føddur á Húsum, sonur Marius Olsen av Gørðum á Húsum og Elspu f. Mikkelsen úr Barbustovu í Syðrugøtu. Tey fluttu til Havnar tá hann var 10 ára gamal. Omman, mamma Marius, var úr Gong, so her vóru nógv skyldfólk.
Mamma var fødd í Vík, dóttur Hans Paula Joensen handilsmann á Bø í Vík og Astrid f. Joensen úr Pállsstovu á Eiði.
Pápi og mamma møttust í Havn í 1950. Hon arbeiddi í handli og hann var nýlærdur træskipasmiður og arbeiddi á skipasmiðjuni.
Tey fingu fimm synir. Kári 1951, Bjarni 1954, Torbjørn 1956, Hans Pauli 1957 og Marius 1963.
Tey fyrstu árini búðu tey í Vík, og flutti í 1954 í nýggj hús í Havn. Og hesi húsini vóru nakað serstakt. Ikki tí at tey vóru størri ella vakrari enn onnur hús, men tí, at tey vóru nýtt til fulnar.
Sum so nógva aðrastaðni svóvu synirnir í etasjuseingjum, kjallarin var verkstaður, sum teir kundu nýta sum teimum lysti, og stovan, hon var ikki bert eitt lesirúm at slappa av í, ella uppihaldsrúm til sunnudagsgestir. Nei, hon var eisini eitt stórt spælirúm, eitt arbeiðsrúm til børnini, eitt atelier til synirnar. Har varð skapað frá hond, hvønn einasta dag. Klipt, límað, teknað og málað. Bert halgidagar og føðingardagar varð stovan ruddað, og morgunin eftir var hon aftur ein verkstaður. Aftur at skapa. Aftur at læra lívið.


Pápi tú gav mær landiðUm ævirnar tú taldi
og bar meg í skaparaheimat sálin liva skal
nú bíðað á fjærum sandium alla tíð eg haldi
til tín henni longdist heimat hvílan verur sæl

Tú lærdi meg at gangaOg sjálvt nú tú ert følnað
inn í huga heimtú til ert fyri mær
í hendurnar at hangatí hjartað er ikki kølnað
og syftið meg í sveimtað fyri mær enn slær

Mamma tú gav mær mjólkTá tokan aftur lættir
og speglaði eygu míniog ljósið finnur veg
at hyggja út um hólktá síggjast vit so aftur
longur enn havsbrúgva sýniðpápi tú og eg


Hvílið í friði
Bjarni