TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar, sum vóru á Rás2 við Trónd Arge, ítróttarredaktør og frásøgumann, og við André Olsen, ítróttarskrivara og viðmerkjara aftaná 0-2 tapið hjá føroyska A-landsliðnum ímóti Sveis í HM undanbólki B.
Báðir eru samdir um, at talan er um eitt miðal avrik, har verjuparturin telur upp, og álopsparturin telur niður. Talan var ikki um eina fulla, men eina lutvísa uppreisn aftaná skrædlið ímóti Portugal.
Tróndur Arge og André Olsen staðfesti báðir, at talan hevur verið um eitt gott landsliðsár, og vónirnar fyri einum enn betri landsliðsári komandi ár eru ikki sørar, tá tveir dystir ímóti Andorra, og ein heimadystur ímóti Lettlandi bíða.