Eitt meistaraverk í praktiskari innrætting

Tveir nýggir Citroën MPV eru komnir á marknaðin fyri kortum: C4 Grand Picasso til 7 persónar og C4 Picasso til 5 persónar. Motorjournalistar eru samdir um at báðir bilarnir eru eitt meistaraverk í rúmligheit og praktiskari innrætting

Picasso familjan hjá Citroën er vaksin frá einum til heili trý ymisk bilmodell seinastu tíðina. Tann fyrsti Xsara Picasso, ið hevur verið á marknaðinum í nøkur, verður ikki tikin av skránni, men framleiðslan heldur áfram.

Tann fyrri av teimum nýggju er Citroën C4 Grand Picasso við 7 sitiplássum, síðan kom C4 Picasso við fimm sitiplássum á marknaðin. Hesin er 12 cm styttri og hevur eitt sindur annarleiðis design aftan fyri forhurðarnar við øðrvísi baklúku, baklyktum o.s.fr.

C4 Picasso eru sermerktir við óvanliga stórum forrúti, sum gongur langt inn á takið, og smala A-stólpanum og stóru síðurútunum, sum geva gott útsýni hjá bilføraranum og verja ímóti óneyðugum blindvinklum.

Bilarnir eru lættir at koyra og at umgangast í allar mátar. Koyrieginleikarnir eru, sum vit kunnu vænta tað av einum fronskum bili - stabilir og tryggir við komforti á høgum støði. Nógv er gjørt burtur úr undirvogninum og koyrieginleikunum, og bilarnir fáast við luftfjaðraskipan aftan.

Citroën C4 Grand Picasso og C4 Picasso fáast við tveimum bensin og tveimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru: 1.8 litur við 127 hk og 2.0 litur við 143 hk. HDI turbodiesel motorarnir eru: 1.6 litur við 110 hk og 2.0 litur við 138 hk.

Bilarnir eru væl útgjørdur við øllum teimum nýggjastu trygdarskipanunum sum t.d. ESP, airbag framman, í síðunum, og gardin- og knæairbag, 3-punkt rulluselum á øllum plássum, o.m.a.

Bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum. C4 Picasso (5 setur)kostar úr 226.000, og C4 Picasso Grand (7 setur)kostar úr 246.000.


mg.