Eitt meistaraverk ella ein vanlukka

Aftur í gjár vóru tinglimir í hornatøkum um krónur og oyru og fíggjarpolitikk. Summir siga, at fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni er politiskt meistaraverk, men aðrir siga, at talan er um eina vanlukku av teimum heilt stóru

- Tað, sum samgongan hevur avrikað í fíggjarpolitikkinum er eitt bragd, siga tinglimir í samgonguni. Nei tað er ein vanlukka, siga tinglimir í andstøðu.

Tað var Hendrik Old, sum spurdi landsstýrismannin í fíggjarmálum, hvussu endaliga úrslitið var á fíggjarlógini fyri 2006.

Magni Laksáfoss sigur, at eftir ætlan hevði fíggjarlógin fyri 2006 eitt hall upp á 212 milliónir, men tá ið avtornaði hevði hon eitt avlop upp á 142 milliónir.

- Sostatt var talan um eitt munandi betri úrslit enn væntað varð.

Hann segði eisini at fíggjarætlanin fyri 2007 fór væntandi at vísa eitt avlop upp á 52 milliónir og nýggjastu metingarnar vísa, at hetta verður eisini úrslitið tá ið avtornar.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur afturat, at væntandi fer fíggjarlógin næsta ár at hava 172 milliónir í avlopi.

Hann vísti eisini á, at her eru allar útreiðslurnar taldar við fyri tey uppskot, sum eru løgd fyri Løgtingið, uttan nýggja kringvarpshúsið, sum kostar 52 milliónir og sendinetið.

- Tað er eydnast at skapa avlop bæði í 2006 og í 2007, eins og avlop verður í 2008, so vit eru í ferð við at fylla upp í goymslurnar.


Fossar úr landskassanum

Høgni Hoydal vísti á at peningur fossar úr landskassanum og hann helt at tað var út av lagi, at samgongan ikki klárar at leggja meiri til síðis við tí metstóra virksemi, sum er í samfelagnum.

- Her hetta tað, vit samgongan klárar at leggja til síðis í bestu tíð í Føroyum nakrantíð, nær skulu vit so leggja nakað til síðis, legði hann afturat.

Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum staðfesti, at samfelagið hevur aldrin tjent so nógv sum nú, men kortini er avlopið ikki meiri enn 52 milliónir, og so eru fleiri útreiðslur lagdar uttanfyri fíggjarlógina.

Jørgen Niclasen staðfesti, at tá ið hendan samgongan tók við, hevði landskassin eina skuld upp á 5,7 milliardir, men nú er hann skuldarfríur. Samstundis hava vit havt hall í tvey ár, men í ár er avlop og næsta ár verður avlopið tríggjar ferðir so stórt. Samstundis er vælferðartænasturnar munandi batnaðar.

- Tað er eitt politiskt meistaraverk, staðfesti formaður Fólkafloksins

Jenis av Rana helt, helt, at tað er laga manni at fáa avlop, tá ið allar ognirnar eru seldar og allur peningurin koyrdur í umfar til forbrúk.

Eisini Hendrik Old, at einskiljingarnar ávirkaðu ikki úrslitið í fjør, men at avlopið er so stórt nú, er eitt fantastiskt bragd, samstundis sum vælferðartænasturnar eru munandi batnaðar.

Høgni Hoydal vísti á, at samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum kosta landskassanum 1,7 milliard, í besta føri og hann vildi hava at vita, hvussu hetta fer at ávirka fíggjarlógirnar tey næstu árini til 2012, sum er tað tíðarskeiðið tað næsta Løgtingið skal taka støðu til.

Magni Laksáfoss svaraði, at raksturin verður framskrivað við teimum lønarhækkingum og øðrum hækkingum, sum vera næstu árini.

À íløguøkinum er tað íløgukarmurin, sum er avgerandi men taðein og hvør samgonga kemur at arbeiða við íløgum, sum undanfarna samgonga hevur stungið út í kortið.

Kaj Leo Johannesen bað bara politikarar taka ríkisstuðulin úr Danmark burtur og síðani hyggja eftir botnlinjuni