MEISTARASKAPUR (kallkyn): Tað eitur ein meistaraskapur, tveir meistaraskapir, ikki eitt meistaraskap, tvey meistaraskap, sum mong siga. (Danskt: et mesterskab).
Hesin meistaraskapurin hjá EB-STREYMI var tann fyrsti. Til lukku, EB-STREYMUR!
Bending: Her er EB-STREYMUR, Eg sá EB-STREYM, hon heldur við EB-STREYMI. Vit kunnu helst siga EB-STREYM-liðið; tað er kanska ikki neyðugt at siga EB-STREYMS-liðið. EB-STREYMA er ikki rætt.
Eitt meistaraheiti er hvørkikyn.
FISKISKAPUR (kallkyn): Fiskiskapurin hann. Góður/vánaligur fiskiskapur. Sigið ikki fiskarí!
E.S.: Ein heilsan til fótbóltsfelagið har vesturi og til okkara felag á Argjum. Koyrið á!
Spell, B71!
Eisini ein kvøða til tann framúrskarandi Pál , og ein til íslendska OL- hondbóltslandsliðið. Lítlar tjóðir, stór úrslit!
Á Borg á Argjum í klippingsól 2008