Evnaríka føroyska U21 landsliðið spældi ein góðan dyst móti Italia á Tórsvølli í dag.
Tó vóru tað italiumenn, sum móti endanum fóru við sigrinum, tá Nicola Pozzi úr Empoli FC, stútaði eitt horna í málið handan Gunnar Nielsen, eftir vællagt innlegg úr vinstra borði.
Tætt við nakrar ferðir
Júst føroyski málverjin Gunnar Nielsen, úr enska Premier League felagnum Blackburn Rovers, spældi ein branddyst við fleiri meistarligum bjargingum. Sigast má eisini, at italiumenn brendu fleiri upplagdar málmøguleikar í dystinum. Teir løgdu stórt trýst á okkara, og kundu havt lagt seg á odda nakrar ferðir í dystinum.
Frustreraðir Italiumenn
Italiumenn gjørdu tað ikki lættari fyri seg sjálvar, tá verjuleikarin Fabiano Santacroce varð vístur av vølli fyri eina hevndaratsókn móti Gudmundi Nielsen, eftir at hesin hevði argað Italiumenn nakrar ferðir við sínum frekleika og sínari fisiskari styrki.
Við einum manni í yvirskoti eydnaðist tað føroyska liðinum at koma fram til fleiri málmøguleikar, tó uttan at fáa í netið.
Ungu føroyingarnir vóru nær við nakrar ferðir, har bert sentimetrar manglaðu í, fyri at fáa bóltin í netmeskurnar.
Tá støðan tóktist at gerast 0-0 og føroyingar enn vardu sum úlvur á skóg, vóru tíðulig tekin um frustratiónir á ungu Italsku stjørnunum, ið ikki fingu álopsspælið á bera frukt. Italiumenn framdu fleiri útskiftingar, og tá bragdaði, tí tá 10 minuttir írestaðu av dystinum, kundi Nicola Pozzi, ið júst varð skiftur inn, skora sigursmálið. Málið, ið væl tryggja italska liðnum víðari luttøku í evropameistarakappingini fyri U21 lið, hóast undankappingin bert er hálvrunnin.
Minni munur
Tað var ikki so stórur munur á, ið tað kanska kundi hugsast, at tað fór at vera, tá ið føroyska U21 landsliðið, tíðliga seinnapartin, spældi á Tórsvølli ímóti Italia.
Føroysku venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, høvdu gjørt onkrar broytingar eftir stórtapið leygardagin ímóti Albania. Eitt nú var Jónas T. Næs nýggjur í miðverjuni, og Pætur Jørgensen var á høgra vongverja, og Kristoffur Jacobsen var komin við aftur á verjukenda miðvallarplássið. Haðani spældi hann saman við hinum ungu monnunum ein framúr dyst móti komandi heimsstjørnum.
Føroyska liðið
Føroyska liðið hevur bert tveir dystir eftir at spæla. Báðir eru á útivølli í september 2008. 6. september er dysturin móti Aserbadjan, og 10. september verður seinasti dysturin spældur í Grikkalandi.
Byrjunaruppstillingin hjá føroyska liðnum mikudagin var:
Gunnar Nielsen - Pætur Jørgensen Jónas T. Næs, Svenn F. Jacobsen, Jóhan V. Gunnarsson - Kristoffur Jacobsen - Magnus Olsen (Poul N. Poulsen, 85.), Bogi Løkin, Ólavur í Ólavsstovu, Emil N. Leifsson (Ásbjørn V. Gunnarsson, 85.) - Gudmundur Nielsen (Andreas Lava Olsen, 65.)
Í Faktaboks:
Italski U21-hópurin og møguligu komandi heimsstjørnurnar:
Málmenn:
Enrico Alfonso, Internazionale FC
Andrea Consigli, Rimini Calcio
Salvatore Sirigu, US Cremonese
Verjuleikarar:
Donenico Criscito, Juventus FC
Lorenzo de Silvestri, SS Lazio
Lino Marzoratti, Empoli FC
Marco Motta, Torino FC
Marco Rossi, Parma FC
Fabiano Santacroce, Brascia Calsio
Miðvallaleikarar:
Francesco Bolzoni, Internazionale FC
Luca Cigarini, Parma FC
Paolo de Caglie, Siena AC
Sebastian Giovinco, Empoli FC
Claurdio Marchisio, Empoli FC
Piermario Morosini, Vicenza Calcio
Gabriele Paonessa, US Avellino
Andrea Russotto, FC Treviso 1993
Áloyparar:
Robert Acquafresca, Cagliari Calcio
Alessio Carci, Pica Calcio
Pablo Daniel Osvaldo, Fiorentina ACF
Nicola Pozzi, Empoli, FC