Eitt mark má vera

Í Skálafirði: Kristi Himmalsferðardag verður aðalfundurin hjá Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hildin í Kelduni.

Aðalfundurin byrjar klokkan 15, og í sambandi við aðalfundin, verður almennur pallborðsfundur og alment sangmøti seinni um dagin.

Pallborðsfundurin verður millum klokkan 16.30 -18.00. Evnið er: Mentan – at loyva og at lúka – er nakað mark í KvF?

Við pallborðið sita Bjarni Djurholm, formaður í løgtingsins mentanarnevnd, Solby Eliasen, programmleiðari í KvF, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kvf og Uni Næs, formaður í Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag.

Klokkan 19 er sangmøti í Kelduni í Skálafirði, har ymisk kór syngja.

Í Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelagi eru um 1200 limir.