Eitt mál fyri sofistar og filologar við serfrøði í svartari talu

– Moralskt eiga partarnir í málinum at greiða Føroya fólki frá smálutunum í niðurstøðuni.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í viðmerking til niðurstøðuna hjá Taks um skattafrádráttin hjá Eik Banka. Og løgmaður er samdur við honum:

 

– Eg haldi tað er undrunarsamt, um vit føroyingar ikki fáa at vita, hvør orsøkin er til endaligu niðurstøðuna, sigur hann.

 

Jørn Astrup Hansen hevur millum annað hesa viðmerking:

 

– Ifølge afgørelsen, således som den er refereret af banken, kan underbalancen opfattes som skattemæssig goodwill, men værdien af denne goodwill er nul kroner. Men hvad er nu det? Hvis værdien er nul kroner, er der så goodwill? Ja, tja, bum, bum, bum. Det er jo en sag for sofister og filologer med speciale i sort tale.

 

– For os, der sad med ved bor det i vinteren 2010­11, er sagen enkel. Finansiel Stabilitet (Eik Banki Føroya) indtrådte under den ubegrænsede statsgaranti, sigur fyrrverandi bankastjórin og nevndarlimurin í Eik Banka, Jørn Astrup Hansen.

 

Meira kann lesast um málið í VikuskiftisSosialinum.

 

Blaðið hevur eisini hitt Ólav Thune, sum nú hevur sítt triðja hjarta.

 

Sosialurin hevur eisini meira um málið um Yogalæraran, sum hevur fingið boð um at fara av landinum. Sosialurin hevur eisini tosað Kára við Rættará, sum er giftur við útlendskari konu. Hon er tveitt av landinum, tí at Udlændingestyrelsen vil vera við, hann og konan bara er gift fyri at hon skal fáa upphaldsloyvi.

 

 Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, blaðstjóra, greiða frá um innihaldið í VikuskiftisSosialinum, sum fæst í leysasølu kring ladnið, og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo