Eitt ómakað par í Silvalandi

Lív Næs og Niels Midjord fingu stáplað eina góðkenda framførslu á beinini, hóast umstøðurnar lótu nógv eftir at ynskja. Nógv darvaði av ljóðroyndini hjá Anfinn & Co., sum tíverri yvirdoyvdu ljóðið av Silvapallinum, fingu Lív Næs og Niels Midjord kempað seg gjøgnum framførsluna, ið var merkt av misskiljingum, ið stóðust av ljóðinum. Onkur hevði nevniliga tømt ein pulvursløkkjara í anleggið, so tað var ikki sum nýtt.

 

Lív og Niels eru eitt ómakað par. Hon, ung og við eini sólarklárari rødd, og hann, uppi í árunum og við eyðkendu ullintu rødd síni, eru tey sum yin og yang saman. Tað riggar bara stak væl, og hóast ljóðið ikki var av tí besta, gjørdist talan um eina sjarmerandi framførslu frá teimum báðum.

 

Niels tóktist at hava trupulleikar við onkrum av løgunum, men tað bilti ikki so nógv, tí Lív dugdi so mikið væl at beganga seg á pallinum, at hon bjargaði framførsluni ferð eftir ferð. Sjálv hevði hon eisini onkrar trupulleikar við tekstum, men sum framførslan var, so vóru fólk í góðum lag, og satt at siga bar ikki til at vera annað.

Ljóðið var út av lagi vánaligt til tíðir, bæði tí at stóri pallurin hoyrdist alt ov væl niðan í Silvaland, og tí anleggið á Silvapallinum ikki var í besta standi. Eisini vóru trupulleikar við sokallaðum feed larmi á pallinum, og hetta darvaði framførsluna nógv.

Tó skal sigast, at um umstøðurnar høvdu verið betur, hevði framførslan ivaleyst eisini verið betri. Heppið tó, at tað vóru tey bæði, ið vóru á pallinum, tí við eini so sjarmerandi forkvinnu sum Lív, fer tað ongantíð at ganga heilt galið.