Eitt mást á Netflix

(Uppliv!) Sendirøðin Suits er til teirra, ið elska advokatrøðir, New York og áhugaverdar løgfrøðiliga spurningar

Fyrsta og onnur sesong av Suits er at finna á Netflix og hvør sesong er 12 partar.
Suits handlar um unga Mike Ross, sum uttan nakra útbúgving fær starv á einum av fremstu advokatfeløgunum í New York. Harvey Specter, ein av bestu advokatunum í New York, tekur Mike undir sínar veingir, og saman gerast teir eitt sera gott par.
Men lívið og starvið hjá Mike Ross er ein lygn. Hann hevur ikki ta útbúgving, ein skal hava fyri at starvast sum advokatur, og spurningurin er, nær hansara lygn verður gjøgnumskoðað.
Tað, sum ger sendirøðina "Suits" so góða, eru søgurnar, og teir framúr góðu sjónleikararnir. Tað eru ikki bara Mike og Harvey, ið strála, men eisini stjórin Jessica og skrivstovukvinnan Donna eru sera áhugaverdar.
Heilt víst ein sendirøð, ið kann viðmælast!