Eitt mál rokkið

Teir eru kanska ikki nøgdir, fyrr enn teir standa við steypinum í hondini. Men liðskiparin hjá B36, Klæmint Matras, viðgekk, at hjá teimum var eitt mál rokkið, nú teir eru í steypafinaluni.

- Tað kann mann siga. Vit seta okkum sjálvandi høg mál, men vit hava ikki vunnið nakra finalu enn, so vit hava bæði beinni heilt niðri á jørðini.

Sæð yvir báðar finalurnar. Hvat gjørdi so, at tað eru tit og ikki grannarnir úr HB, sum skulu spæla finalu?

- Tað er kanska trupult at siga. Talan hevur verið um tveir rættiliga tættar dystir. Men í dag skora vit tvey fantastisk mál í seinna hálvleiki, og aftan á tað haldi eg, at vit hava tamarhald á dystinum. Teir minka um munin við einum brotssparki, sum eg haldi vera hampuliga bíligt, men vit vistu alla tíðina, at teir skuldu hava tvey mál afturat, so rættiligar nervar fingu vit ongantíð.