Fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið, sum í kvøld hevur verið á Sandi, har EB/Streymur í kvøld hevur vitjað B71, endaði 1-1.
Harvið er framvegis púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Streymnesi 12. mai.
Tíðliga í 1. hálvleiki legði Mikkjal Thomassen EB/Streym framum. Leiðslan helt, inntil tað restaðu fýra minuttir. Tá javnaði Thomas Pauli Olsen til 1-1, og harvið er tað púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður 12. mai, sum er 2. hvítusunnudagur.