FÓTBÓLTUR
– Hesin dysturin ímóti KÍ var fyrst og fremst eitt liðavrik. Eg væntaði, at vit fóru at vera betri og meira skipaðir enn síðst, tá vit taptu fyri AB, og so var. At eg skoraði tvey mál, er bara mítt arbeiði sum framherji, men liðið eigur hesi málini líka nógv sum eg, sigur tvífaldi NSÍ-málskjúttin, Károly Potemkin, ið heldur tað vera torført at spæla í Klaksvík.
– Tað er trupult at byggja spælið upp her, tí vøllurin er lítil og tað eru ikki so nógv umráði at spæla á. Vit vildu lata teir hava bóltin, fyri síðani at fáa fatur á honum og fara í skjótálop. Tað virkaði sera væl, tí vit høvdu fleiri góð álop av tí slagnum.
Potemkin heldur, at tá hugt verður at, hvussu gingist hevur higartil, er hann nøgdur við, at NSÍ er millum trý tey fremstu og bert trý stig frá oddasessinum. Men hann dylir ikki fyri, at hann hevði væntað sær meira:
– Vit løgdu út við at vinna á bestu liðunum, so eg hevði væntað, at vit fóru at vera á odda. Men á heimavølli hevur gingist okkum illa, tí vit hava mist nógv stig, men hinvegin hava vit vunnið alt á útivølli. Ymiskt er tó, sum vit eiga at betra og gera nakað við, sigur ungarin, ið væntar, at nógv kann broytast enn, tí so nógv eftir av kappingini.
Nú hevur tú fingið 10 mál í 10 dystum. Fert tú at hava 27 mál, tá 27 dystir eru spældir?
– Tað hevði sjálvandi verið deiligt, men eg veit ikki. Hetta er akkurát tað, sum er so torført við at vera framherji, tí tú veitst ongantíð, hvussu tað verður. Onkuntíð spælir tú sera væl og misbrúkar kjansir, men aðrar tíðir kanst tú spæla illa og kortini skora mál, sigur Károly Potemkin.










