Eitt álvarsamt mál

Oddagrein:

Í blaðnum í gjár nam stjórnmálafrøðingurin Bogi Eliassen við eitt álvarsamt samfelagsmál, nevniliga hetta, at so nógv útbúgvið fólk verður verandi uttanlands. Stjórnmálafrøðingurin sigur, at stórur partur av teimum, sum fáa útbúgving, fer av landinum. Hesi koma minni enn so øll aftur til Føroya. Víst verður til, at fráflyting er eitt vanligt fyribrigdi í smærri og fjarskotnum samfeløgum, og dømið Hetland verður nevnt. Greinskrivarin nevnir eisini kanningar, sum hava víst, at Føroyar hava tørv á fleiri lærdum fólkum, samstundis sum staðfest er, at ein stórur partur av útisetunum, sum nevnt ikki kemur aftur til Føroya. Í hesum sambandi vísir frøðingurin til Jobmatch, sum er ein sera áhugaverd og seriøs roynd at broyta hetta óhepna mynstur.

 

Vit eru vorðin partur av altjóðasamfelagnum og skulu Føroyar menna seg og verða kappingarførar mótvegis útheiminum, er eisini neyðugt at menna samfelagið. Hetta merkir, at samfelagið skal kunna bjóða borgarunum áhugaverd størv og eitt umhvørvi, sum hesir vælútbúnu útisetar vilja búgva í. Her krevst ein felags startegi til tess at menna okkara samfelag og til hetta krevst eitt nú, at vit finna okkara serligu styrkir og menna tær. Hetta eru sera áhugaverd sjónarmið, sum allar avvarðandi partar eiga at taka til sín og umhugsa, tí eitt samfelag sum okkara tolir illa tað braindrain, sum nú fer fram.

 

Stóri spurningurin er, hvussu hesin trupulleiki verður taklaður í praksis. Hvat skal heilt ítøkiliga til? Bogi kemur við nøkrum áhugaverdum dømum, samstundis sum hann ger vart við, at tað er neyðugt at ásanna, at alheimsgerð merkir altjóða kapping um bestu starvsfólkini. Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, at hvørki tað almenna ella tað privata í Føroyum í nóg stóran mun hava fatað hetta, enn minni tikið avleiðingarnar av hesum nýggja veruleika, ið er skaptur av altjóðagerðini.

 

Tað er henda trupulleika, sum tiltakið Jobmatch tekur fatur í. Hugmyndin er eitt nú, at skulu Føroyar menna seg til at verða millum fremstu lond, er avgerandi neyðugt, at Føroyar eisini megna at draga til sín fólk við útbúgving. Ein orsøkin til trupulleikan er sjálvur bygnaðurin ella struktururin í okkara útbúgvingarskipan. Fjarstøðan millum tey lesandi og føroyskar arbeiðsgevarar er stór, lestrarumhvørvið er framvegis mest Danmark og hetta ger, at tey lesandi ikki eru partur av føroyska samfelagnum, meðan tey útbúgva seg. Høvuðsmálið við Jobmatch er at sameina arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Føroyskar fyritøkur og tað almenna eiga at bjóða seg fram sum arbeiðspláss og málbólkurin er føroyingar í Danmark og útlendingar, sum kundu hugsað sær at arbeitt í Føroyum.

 

Tað er stórur tørvur er á einum tiltaki sum Jobmatch, ið kann lýsa arbeiðsmarknaðin fyri útisetum og eggja teimum at koma heim. Í hesum sambandi verður víst á tørvin at gera serritgerðir fyri føroyskar fyritøkur og fyri tað almenna, ein leið, sum onnur samfeløg við somu trupulleikum hava roynt við góðum úrslitum. Tað er tí at vóna, at Jobmatch fær góða undirtøku frá vinnuni eins og frá tí almenna – og ikki minst brúkarunum. Hetta er eitt av fleiri góðum initiativum til tess at bøta um ein álvarsaman samfelagstrupulleika, nevniliga at vitanarsamfelagið krevur nógv vælútbúgvið fólk við nógvum ymiskum førleikum.