Týsdagin í næstu viku, sum er hin 24. august, verður høvi at lata seg koppseta móti covid-19 í Skótahúsinum í Runavík. Byrjað verður klokkan 16 og hildið verður fram til klokkan 18.
Talan er um eina støkk-inn koppseting sum merkir, at neyðugt er ikki at tekna seg til frammanundan. Tað ræður bert um at møta á staðnum, og snýr tað seg um at fáa seinna prikið, so skal tað gula koppsetingarkortið takast við á staðið.
Klaksvíkar Sjúkrahús og Runavíkar kommuna hava samskift um átakið, og endamálið er fyrst og fremst at gera tað meiri ómakaleyst hjá fólki í økinum at koma framat møguleikanum at verða koppsett.
- Endamálið er sjálvandi eisini at viðvirka til, at Føroyar røkka so nær samfeldari samfelagsligari floksverju sum gjørligt.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu og Sjúkrahúsverk Føroya, sum standa aftan fyri eitt felags tíðindaskriv, sum er lagt út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu í dag.
- Havast skal í huga, at 21 dagar skulu ganga millum 1. og 2. prikið. Ungdómar millum 12 og 15 ár kunnu nú koppsetast, eins og barnakonur og kvinnur, sum geva bróst.
Víst verður á, at í førinum við teimum 12-14 ára gomlu skal ein fylgjari (foreldramyndugleiki) geva samtykki til, at barnið kann verða koppsett, og viðkomandi skal verða hjástaddur undir koppsetingini.
Tá barnið fær seinna prikið er ikki neyðugt, at tú sum foreldramyndugleiki fert við til koppsetingina, um so er, at tú, tá barnið varð koppsett fyrru ferð, gav samtykki til bæði prikini, siga Runavíkar kommuna og Sjúkrahúsverk Føroya, sum at enda leggja aftrat:
- Vit møtast í Skótahúsinum týsdagin klokkan 16!