Eitt lítið óhapp – men kundi verið álvarsligt

Tíbetur var einki fólk fyri, tá ið ein bilur fór á rull

Mitt, seinnapartin í gjár, tá ið nógv fólk var í býnum, hendi eitt óhapp í miðbýnum í Havn. Tað endaði væl, men tað var nokk so heppið, tí tað kundi akkurát tað sama enda galið.

 

Løgreglan sigur, at ein bilur steðgaði uttan fyri Gamla Bókhandil, tí bilførarin skuldi inn hagar eitt lítið ørindi. Men hann gloymdi hondbremsuna, so bilurin fór á rull. Men hann fór ikki so langt, tí -tíbetur-stóð ein annar bilur fyri, men hann var so raktur. Løgreglan sigur, at tað var nokk so heppið at fólk ikki stóð fyri. Men bilførarin fær bót fyri at fara úr bilinum, uttan at hava tryggjað hann.

 

Annars hevur løgreglan fingið fráboðan um, at herverk er framt á bilar, sum hava staðið parkeraðir á Áarvegnum. Í hvussu so er er síðuspeglið brotið á tveimum bilum – men løgreglan er ikki vís um tað er herverk, ella um tað eru gamlir skaðar, men tað fara tey at finna út av í morgun.