Fótbóltur
Tað vísir seg ofta, at fótbóltsleikarar hava torført við at sleppa spælinum, og seinni royna seg sum venjarar. Tað eru nakrir av teimum, sum umboðaðu HB í árunum 1992 og 1993 góð dømi um. Heili 10 teirra hava seinnu árini roynt seg í venjarastarvinum.
40 ára gamli Jens Erik Rasmussen er framvegis virkin sum leikari. Í 2003 stóð hann á odda fyri FS Vágum, sum sama árið flutti niður í næstbestu deildina. Kári Reynheim hevur verið venjari hjá B71 og Fram, meðan Jan Dam í fjør var nær við at lyfta FS Vágar 2004 í bestu deildina.
Sverri Jacobsen var høvuðsvenjari hjá HB í bæði 1992 og 1993.
Hesir 10 hava roynt seg sum venjarar. (í klombrum er viðmerkt, hvør leiklutur teirra er innan fótbólt í dag):
Jóannes Jakobsen (fótbóltsviðmerkjari)
Kári Nielsen (hjálparavenjari hjá B36)
Rúni Nolsøe (venjari hjá HB)
Jan Dam (ikki virkin í fótbólti)
Kári Reynheim (ikki virkin í fótbólti)
Sámal Erik Hentze (hjálparavenjari hjá HB)
Sigfríður Clementsen (venjari hjá EB/Streymi)
Heðin Askham (venjari hjá B36)
Jens Erik Rasmussen (spælir við 07 Vestur)
Julian Johnsson (spælir við Svendborg fB)










