18-ára gamla kvinnan slapp snikkaleys frá hendingini, tó at hon var rættiliga skelkað Tað var um eitt-tíðina, at ein bilur á veg norður eftir fekk lítlan skaða, tá eitt leigi í hjólinum fór. 18- ára gamla kvinnan, sum førdi bilin, fekk koyrt hann inn móti vegginum og einasti skaðin, bilurin fekk, var ein grov skøva á hjálmin, tá hon koyrdi inn undir eitt av refleksunum í tunlinum.
Unga kvinnan hevði jðust tikið koyrikortið og somuleiðis hevði hon fyri bert stuttum keypt bilin.
Hóast einki hendi henni likamliga, var kvinnan kortini ógvuliga skelkað av hendingini.
Av politistøðini verður sagt, at tað verður ikki mett, at hendingin stóðst av vantandi viðlíkahaldi, men at tað var ein mekaniskur feilur.










