Eitt langdrigið og trupult arbeiði

Ein flótikrani er á veg úr Nýborg, sum antin í dag ella í morgin skal byrja arbeiði at lata portrið til stóru dokkina upp.

Hirtshals Yard, sum eigur stóru og koppaðu flótidokkina í havnini í Hirtshals, sær, at framgongd er í arbeiðnum at rætta dokkina uppaftur, og í dag kemur ætlandi ein krani, sum skal fáa portrið á dokkini upp.

 

- At framgongd er í, er kanska trupult at síggja við berum eygum, men tað er gongd í, sigur stjórin í Hirtshals Yard, Rasmus Brohus.

 

Í samrøðu við tv2nord.dk í gjár segði hann, at flótidokkin hevur rættað seg so mikið upp aftur, at stóri norski trolarin, sum er inni í henni, er byrjaður at flóta aftur.

 

Fríggjamorgunin koppaði flótidokkin, og leygardagin byrjaði arbeiði at fáa hana á rættkjøl aftur. Kavarar fingu sett upp pumpur, sum kundu flyta runt upp á sjógvin í tangunum í dokkini.

 

- Men, hetta er eitt langdrigið og trupult arbeiði, segði Rasmus Brohus.

 

Ein flótikrani er á veg úr Nýborg, sum antin í dag ella í morgin skal byrja arbeiði at lata portrið til stóru dokkina upp.

 

Sum nú er, er eingin streymur í dokkini, og tí fæst portrið ikki upp uttan hjálp.

 

- Men, tá portrið fyrst er opið, kunnu vit vónandi fáa trolaran út. Ikki fyrr enn skipið er úti, síggja vit, hvørjir møguligu skaðarnir eru, sigur stjórin í Hirtshals Yard.

 

Tað er norska reiðaríið, Hardhaus, sum eigur skipið, ið næstan var liðugt í dokkini, tá óhappið hendi fríggamorgunin.