Onkur tosaði um klanstríð og valskipanir so langt burturi sum í Afganistan, valdømi í Bretlandi og annað slíkt, meðan aðrir tosaðu um alt Kongaríkið Danmark sum eitt valdømi. Enntá undirsjóvartunnlar skuldu vevjast uppí málið. Fullkomiliga óviðkomandi.
Sum teimum allarflestu kunnugt, snýr tað seg einans um, at vit í dag hava stórar skeivleikar í okkara valskipan. Summastaðni sleppa tinglimir inn fyri líti og lætt, meðan aðrastaðni mugu upp í tríggjar ferðir so nógvar atkvøður til. At hetta er skeivt, er so sjálvsagt, sum tað kann vera fyri ein og hvønn.
Fyri tað skal ikki sigast, at trupulleikin ikki hevði kunna verið loystur á annan hátt. T.d. við at umskipa valdømini. Harundir kanska lagt Suðuroynna og Sandoynna saman, og umrokna alla umboðanina um alt landið, so hon svaraði betur til fólkatalið í einstaka valdøminum. Ella kanska okkurt heilt triðja.
Men tað er júst hetta, ið ongantíð hevur borið til. Alt tos um broytingar hevur verið avhøvdað í føðingini. Tí er eingin annar møguleiki enn tann eina bastanta loysnin, ið er at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Einki tos, og ongar tingingar, tí tær bera tíanverri ongan veg kortini. Her má tað vera alt ella einki.
Hinvegin er trupult at fáa eyga á, hvør illgerðin er. Tað ljóðar á nógvum mótstøðufólki, sum um onkur hevur stolið nakað frá teimum. Men hava tey yvirhøvur mist nakað? Allir veljarar sleppa at velja júst sama valevnið sum við síðsta val, treytað av, at viðkomandi stillar upp sjálvandi. Umframt hetta, hava veljarar nú eisini møguleika fyri at velja onkran heilt annan uttanfyri teirra vanliga valdømi. Hví er tað so ræðuligt, at tey hava fingið hesi víðkaðu rættindi? Kunnu vit rokna við, at tey tilvitað koma sær í óføri av hesum, soleiðis, at vit mugu verja tey ímóti sær sjálvum? Ja, ikki er lætt at finna nakra skilagóða meining í hesum.
Heldur man henda nýggja skipanin fara at verða okkum til mikið gagn. Millum annað rokni eg við, at prosentvísa umboðanin av kvinnum á tingi við einum valdømi man fara at nærkast prosentvísa atkvøðutalinum hjá sama kyni.
Ein annar kærkomin vinningur er eisini, at Føroyar við hesi nýggju skipanini gert ein eind, heldur enn ein samling av klandursskotum. Teir breiðu gákarnir fara ikki longur at fáa nakað burtur úr at niðurgera tey í grannavíkini. Tey eru jú eisini veljarir.