Eitt sindur um teir báðar finnarnar
Östen Engström er kendur sum upplesari. Hann er útbúgvin talipedagogur og hevur undirvíst bæði lærara- og sjónleikaranæmingum. Hann er borin í heim í Kyrkslätt, gekk í skúla í Helsinki og tók læraraprógv við Nykarleby seminarium. Í 1960-unum undirvísti hann nøkur ár á læraraskúla.
Í 1972 tók Østen Engström prógv sum serkønur talilærari. Síðani hevur hann eisini verið lærari á lærda háskúlanum í Helsinki, á Åbo Akademi, »Teaterhögskolen« og á svenska konservatoriinum. Hansara frálæra innan taliteknikk og røddvenjing hevur havt stóra ávirkan fyri lærarar og sjónleikarar. Hann hevur eisini útgivið fleiri bøkur um hetta evnið. Østen Engström grundlegði Suomen Äänikirjat Oy 1986, og innan hetta hevur hann útgivið yvir 500 bøkur á kasettu. Sjálvur hevur hann lisið inn á band yvir 400 bøkur á svenskum.
Í 1995 fekk Östen Engström mentanarvirðislønina »Svenska Folkskolans Vänners«. Hann hevur umframt hetta ferðast so at siga allastaðni í Finnlandi sum upplesari.
Jyrki Paalanen spælir upp á cello og hevur verið í Vasa Stadsorkester síðani í 1978. Hann hevur verið við í Vasakvartettini frá byrjan 1988 og virkar regluliga í Vasa Kammermusikers Konsertserie.
Jyrki Paalanen hevur gingið á Sibilius Akademiinum og Keski- Suomen Konservatorium. Lærarar hansara hava verið Arti Noras og Heikki Rantasalo. Hann hevur spælt til nógvar konsertir sum solistur.
Tað er Wasa Teater, sum stendur aftan fyri tiltakið »Ett Land i förvandling«, og er tiltakið býtt sundur í 3 partar við steðgi millum hvønn part:
* * *
Ingmar Svedberg hevur sett saman tær ymsu yrkingarnar.
Eitt nú verður lisið úr skrivnum verkum hjá: Bengt Ehlfors, Claues Andersson, Karl-Erik Bergman, Birgitta Boucht, Anna Bondestam, Bo Carpelan, Elmer Diktonius, Kaj Hedman, Evert Huldén. Lars Huldén, Ralf Nordgren, Carina Nynäs, Carita Nyström, Tom Sandel, Solveig von Schoultz, Wava Sturmer, Ole Torvald, Anita Wikman, Gösta Ågren og Catharina Østman.
Tiltakið »Ett land i forvändling« verður á hesum støðum:
fríggjadagin 25. sept. kl. 22.00 í Klubbanum á Tvøroyri,
sunnudagin 27. sept. kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerkir til tiltakið á Tvøroyri fáast við dyrnar, og til tiltakið í Norðurlandahúsinum fáast atgongumerkini á Kunningarstovuni og í húsinum.










