- Hetta er eitt antiklimaks, eitt lágpunkt, at teimum heilt stóru!
Tað er dómurin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fellur yvir nýskipanina, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum nú hevur lagt fyri Løgtingið.
Hon sigur, at hon hevur næstan ongantíð verið so spent upp á eina nýskipanarætlan, sum upp á hesa og tí var tað eitt lágpunkt av teimum heilt stóru, at leikluturin hjá teimum trimum sjúkrahúsunum ikki er tikin við.
Hon heldur, at tað er nógv gott í hesi nýskipanini, men hon heldur, at eitt tað týdningarmiklasta í øllum heilsuverkinum er leikluturin hjá teimum trimum sjúkrahúsunum og tí heitir hon staðiliga á lanndsstýrismannin at taka støðu í hesum máli.
- Tíðin er komin, at starvsfólk og sjúklingar fáa at vita, hvussu virksemið skal býtast ímillum tey trý sjúkrahúsini.
Hon er samd við teimum sum siga, at tað er skeivt at hava somu viðgerðir á fleiri sjúkrahúsum
Tískil vónar, at landsstýrismaðurin tekur støðu til, hvørjar funktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.
Sjálv hevur hon gjørt púra greitt í Løgtinginum, at tað skal ikki ein brikkur flytast úr Klaksvík, sum hon málbar seg.
Hon heldur annars, tað er eitt gott hugskot at skipa Heilsudeplar kring landfið. Men hon reisir spurningin um, hvussu skal alt hetta fíggjast.
- Skal tað fíggjast við at taka pengar frá teimum smáu sjúkrahúsinum, spyr hon.
Hinvegin halda bæði Rósa Samuelsen, at tað er gott at vit fáa ein heilsupolitikk, uttan at tosa um tey trý sjúkrahúsini.
Jenis av Rana heldur, at vóru sjúkrahúsini nevnd, hevði alt kjakið druknað í tí og Rósa Samuelsen fegnast serliga um, at endurvenjing er sett á skrá.










