Eitt lívligt vikuskifti í Suðuroy

Bæði Vágur og Tvøroyri bjóða í vikuskiftinum til livandi tónleik á høgum støði. Í Stóra Pakkhúsið í Vági verður Jens Marni Hansen at hoyra og síggja, og verður tað leygarkvøldið frá kl. 22.00.

 

Á Tvøroyri er tað enn einaferð náttarlívið á keiøkinum, sum bjóðar til livandi tónleik. Pubbin letur upp fríggjakvøldið við teimum lokalu og vælumtóktu Eyðun og Neil, og leygarkvøldið trína teir á pall í Seglloftinum á Tvøroyri.