Kvøldseta við Eyðun Johannessen
Eitt sindur um: HVÍ HVAT HVUSSU HVAR OG NÆR
Eyðun sigur: Hetta er eitt SHOW, sum er evnað til og leikt av mær sjálvum um meg sjálvan.
Meira ego-centriskt kann tað næstan ikki verða.
Og hvat rakar hatta meg? spyr kanska onkur.
Handa spurningin havi eg eisini sett mær sjálvum aftur og aftur.
Uttan at hava funnið eitt nøktandi svar, eri eg komin til tað niðurstøðu: EG KANN IKKI LATA VERA. Og kanska er hetta netupp svarið. So má svíða sum svøllur.
Við øðrum orðum:
EG FARI Á PALLIN, AT BRÚKA MEG SJÁLVAN TIL AT ROYNA AT LÝSA MÍNA FASINATIÓN AV LEIKLISTINI ÍGJØGNUM EITT
HAMPULIGA LANGT LÍV!!!
Um HVÍ? HVAT? HVUSSU? HVAR? og NÆR?
HVAR? Í Føroyum! Ja! Har havi eg verið so heppin at uppliva, at áhugin fyri LEIKLISTINI hevur djúpar røtur NÚ OG HER. Eisini havi eg bæði lisið og frætt og funnið útav, at hesin áhugin hevur røtur her á landi langt, langt aftur í tíðina.
Henda sýning fer m.a. at snúgva seg um: frá, tá ið eg á fyrsta sinni, sum seks ára gamal, sá ein sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1944, og fram til í dag. Eitt tíðarskeið ið fevnir útvið 70 ár.
Um sjónleikalívið í 1952, - tá ið eg fyri fyrstu ferð leikti á pallinum í Sjónleikarhúsinum og fram til 1979 - og eg síðani fór at fjakka sum frælsur leikari og leikstjóri í leiklistaheiminum.
Innihaldið rúmar mínar egnu upplivingar. Frásagnir. Hugleiðingar. Sjónleikasøgu úr Havn síðani 1917.
Og hitt um: HVÍ HVAT og HVUSSU eg valdi EITT LÍV SUM
APUKATTUR!!!?
JA, tað er nettupp tað, sum eg við sýningini FRÍGGJAKVØLDIÐ TANN 26. AUGUST kl. 19.30 og LEYGARDAGIN 27 AUGUST kl. 18.00 Á TJÓÐPALLINUM fari at royna at finna útav.
Atgongumerkir fáast á info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.