Snorri Brend
Her er talan um 2. og broyttu útgávu, í mun til hana sum kom út í 2003 við sama navni. At bókin kemur út aftur nú er av teirri einfaldu orsøk, at tann fyrra varð útseld nærum beinanvegin.
- Fleiri hava sagt mær, at tey hava havt gagn av andaktunum í hesi bókini, og fleiri hava eisini spurt eftir henni. Men hon hevur ikki verið at fingið til keyps, - ikki fyrrenn nú, sigur David Johannesen, sum tók gudfrøðiligt embætisprógv í Århus fyri 35 árum síðani.
At Vágapresti dámar væl at skriva, sæst aftur í langa listanum av útgávum, hann hevur latið úr hondum, síðani hann gav fyrsta yrkingasavn sítt út í 1980.
Men sum skilst, er hann ikki í uppisetri fyri ætlanir um komandi útgávur.
- Mær dámar væl at skriva, og eg ætli at geva meiri út í framtíðini - okkurt týtt, men eisini okkurt upprunaligt, sigur David Johannesen, sum arbeiðir við eini ætlan at geva út eitt stuttsøgusavn einaferð seinni.
Í nýggjastu útgávu hansara eru stuttir lestrar til hvønn dag í árinum. Tað er forlagið Vón í Miðvági sum gevur út.
snorri@sosialurin.fo










