Eitt lítið mál ?


 

Málið um skúlan á Trøllanesi er aftur eitt skúladømi um, at okkara politiska skipan virkar ikki nóg væl. Málið er eitt dømi um, at hvørki fyrisiting ella politikkari eru búgvin til størv síni. Málið vísir somuleiðis vantandi skúla- og undirvísingarpolitikk. Og málið er at enda eitt dømi um, at aðalstýrið ? og kanska eisini politikkarar ? virða ikki lógina um alment innlit.


Uttan at fara út í æsir, átti landsins skúlapolitikkur komið til sjóndar í, um vit hava skúlar í øllum bygdum ella ikki. Spurnartekin verður sett við, um tað er rætt, at ein kommuna ger av, um hon hevur skúla ella ikki. Vit kunnu hugsa okkum ? eins og í Mikladals kommunu ? eina kommunu við tveimum bygdum. Tann eina bygdin fær ongan lim valdan í bygdaráðið ella bara ein av fimm og er sostatt í minniluta. Skal so bygdaráðið einsamalt hava rættin til at leggja skúla niður ella ikki? Víst skal nærdemokratiið virðast, men í slíkum málum má ein landspolitikkur vera avgerandi.


Í málinum um skúlan á Trøllanesi visti eingin, at Mentamálastýrið hevði givið boð um, at skúli aftur skuldi vera á Trøllanesi. Tað kom fram, at fyrrverandi landsstýrismaðurin, Torbjørn Jacobsen, helst munnliga hevði lovað nesmonnum skúla aftur, tí nú vóru børnini so nógv í tali. Sum rætt er.


Men so kemur undan kavi, at arbeitt er í heimildarloyvi. Og øll ? bæði fjølmiðlar og almenningurin ? halda, at Torbjørn er farin út um heimildirnar. Núverandi landsstýrismaðurin er trekur at koma við viðmerkingum. Hann sigur bara í eini sjónvarpssamrøðu, at hann tekur undir við undangongumanninum, men tegir við, at hann hevur givið boðini!


Tíbetur høvdu Dimma og Útvarpið biðið um alment innlit. Hóast Mentamálastýrið ikki lat tað týðandi skrivið saman við eini rúgvu av skrivum, vóru Dimma og Útvarpið greið yvir, at eitt skjal vantaði. Hetta skjalið, sum hesir fjølmiðlar síðani fingu fatur í, avdúkaði, at tann tigandi landsstýrismaðurin sjálvur hevði givið boðini! Og hvat gjørdi landsstýrismaðurin í ? haldið tykkum fast ? mentamálum, tá hann varð tikin við undirbuksunum niðri. Nei, hann stóð ikki sum ein maður, men segði seg bara hava gjørt tað, sum undangongumaðurin hevði lovað...


Eitt lítið mál, men eitt álvarsmál. Ikki bara hjá fólkinum norðuri á Nesi, men sanniliga hjá Mentamálastýrinum og landsins stýri.