Eitt løgið álvarsmál

Oddagrein:

Málið um fangatøkuna av Skálabergi og gíslatøkuna av manningini man vera eitt tað løgnasta og mest óhugnaliga álvarsmálið í Føroyum í mong ár. Fyrst varð skipið tikið fyri ikki at hava øll síni pappír í ordan fyri síðani at fáa so grovar ákærur, at man skuldi trúð, at her varð talan um krígslíknandi støðu.

Í byrjanini varð hildið, at talan var um eina vanliga sak, har reiðarí av onkrari orsøk ikki hevði øll pappír í lagi og um væntandi dialog millum myndugleikar rundan um eina fráboðan, at Skálaberg fiskaði kvotuna hjá Sundabergi. Eini minni bót mundi vera svarið varð hildið.

Hetta eskaleraði tó tá russiska ákæruvaldið bráddliga vildi leggja hald á skip og veiðu umframt at krevja stóra bót. Mundi russisk mafia standa aftanfyri vóru gitingarnar. Í gjár kom so dómurin, ein bót uppá fimm milliónir krónur.

Málið um Skálaberg hevur givið føroyska samfelagnum ein skelk og nakað at hugsa um. Hvussu kundi tað bera til, at risatjóðin Rusland, ið sum heild hevur verið væl viðfarin av føroyingum, hóast undantøk, helt manning og skip í fangilsi í so drúgva tíð! Hetta eru spurningar, sum standa eftir, nú dómur er avsagdur. Spurningar, sum hava stóran týdning fyri framtíðina, tá bæði londini skulu til at tingast um nýggjar sínámillum fiskiveiðisáttmálar.

Í áhugaverdari sending í Kringvarpinum mánakvøldið tók ein av royndu fiskimonnunum á Skálabergi til orðanna ímóti at endurnýggja sáttmálan við russar. Atburðurin hjá russum í aktuella málinum varð helst orsøkin til, at hannn varð so avgjørdur men kjarnin var meira tann sannroynd, at russar fáa nógv meira burtur úr sáttmálanum enn vit. Hann nevndi tøl, sum siga, at russar fáa eitt virði uppá 1 mia. krónur, meðan okkara bara er góðar 300 mill. kr. Um hetta er veruliga støðan, so eiga okkara myndugleikar sjálvandi at venda øllum í tí sáttmála, sum eftir ætlan skal endurnýggjast.

Føroyar hava ikki brúk fyri at liggja í framhaldandi stríði við russiska samfelagið. Tað hava vit hvørki ráð ella rætt til. Hava vit gjørt mistøk, mugu vit sjálvandi bøta fyri tey. Men framferðin hjá russum í hesum máli eigur at enda við, at russiska stjórnin kemur við eini umbering og kannar, hvat gekk galið í teirra egnu burokratisku valdsskipan. Vit mugu fáa trygd fyri, at slíkt ikki endurtekur seg. Hvussu kunnu føroysk reiðarí hereftir kenna seg trygg at senda síni skip í russiskan sjógv!

Tað liggur stór ábyrgd á føroyskum myndugleikum at fáa reinsað luftina og tryggja, at vit fáa normal viðurskifti við Rusland í framtíðini. Vit mugu ikki generalisera og enn minni taka til hevndarvápnið. Tørvur er á einum spildurnýggjum dialogi við Rusland. Latið okkum taka hann upp í kjalarvørrinum á hesum óhepna máli. Og lat okkum brúka allar góðar kreftir, eisini russiska konsulin í Føroyum, sum við sínum dúgvu royndum hevur gjørt so nógv fyri at byggja brýr og menna samvinnuna millum tjóðirnar báðar.