Eitt kvøld í dansinum og alla hesa tíð...

Liggur har alføgur fín! Soleiðis syngur Eyðun Nolsøe um dóttrina í eini framúrskarandi vøgguvísu, á hansara nýggju fløgu. Og soleiðis kundi eisini verið sagt um ta nýggju fløguna, sum bæði er væl framleidd, ein fragd fyri oyrað og eitt frískt lot inn í tann fámenta føroyska poppin, har tað ikki er hvønn dag, at góð og løtt løg koma undan kavi

Hesi seinastu vikuskiftini hevur Eyðun Nolsøe verið á konsertferð í Føroyum. Við sær hevur hann havt nakrar av Føroya frægastu tónleikarum, og teir hava ikki verið ikki ørindaleysir. Í skjáttuni hava teir sjálvandi havt løgini frá tí nýggju fløguni hjá Eyðuni, “So nógvar røddir”. Ein fløga við 10 nýggjum sangum.

Og lat tað verða sagt beinanvegin, at tað er ein fragd aftur at hoyra málið á Eyðuni Nolsøe.

Hóast tað kanska ikki er vert at taka upp á tungu, so er tað gott at hoyra, at hann hevur lagt tað absurda kjakið frá Prix Føroyum fyri nøkrum árum síðani aftur um seg. Hendan kappingin, sum sambært endamálsorðingini skuldi geva føroyskum tónleikarum møguleika at framføra egin løg á eini professionellari konsert, varð av fleiri mett sum ein talentkapping, og tí fingu bólkar við sangarum, sum m.a. sungu rættiliga falskt, í summum miðlum betri skotsmál enn t.d. Eyðun Nolsøe, sum varð skýrdur ikki at vera nóg nýskapandi. Men hvat er at vera nýskapandi, kunnu vit spyrja?

Í 2005 góvu Frederik Sjernfelt og Søren Ulrik Thomsen út ta lítlu bókina við tí alinlanga heitinum “Kritik af den negative opbyggelighed”. Har gera teir partvíst upp við tankan um, at bara okkurt er provokerandi, so er tað í sær sjálvum góð list. Ein slík útsøgn kann kanska vera provokerandi í sær sjálvum. M.a. varð í eini samrøðu við høvundarnar víst á, at hóast John Lennon kanska eksperimenteraði meira enn Paul McCartney í The Beatles, so ber til at spyrja, um Lennon hóast tað skapaði størri list enn McCartney? Er t.d. fyrra helvtin av “A Day in the Life” størri list enn “Yesterday”?

 

Latið í lekkran ljóðbúna

Fløgan “So nógvar røddir” kann nokk ikki verða flokkað beinleiðis í kategoriina “nýskapandi”. Hon inniheldur nakað, sum eftirhondini tíverri kann tykjast gamaldags, men tó forkunnugt á tí føroyska tónleikapallinum í dag, nevniliga sera góð løg – ja, góðar melodiir, fyri at brúka tað orðið.

Eyðun hevur skrivað øll løgini og tekstirnar sjálvur, uttan tað eina, har hansara gamli makkari, Terji Rasmussen, eisini hevur havt ein fingur við í spælinum.

Sum heild riggar fløgan kortini væl sum ein samansett poppheild.

Tey flestu løgini sita, sum tey skulu, og eru vælkomponerað. Eyðun hevur valt púra rætt, tá hann hevur heitt á tann unga framleiðaran, Hans Poulsen, um at lata løgini í hansara lekkra ljóðbúna. Hans Poulsen hevur longu á fleiri útgávum víst, hvat hann dugir, og serliga megnar hann at hava eina ávísa variatión og hugflog í produktióni, so at tær einastu endurtøkurnar eru at hoyra í sjálvum lagsmíðnum hjá Eyðuni.

 

Frá fiólleikara til fólkaogn og fjakkara

 

Tað er ikki nógvur politikkur ella samfelagskritikkur at hoyra á hesi fløguni eins og teimum gomlu løgunum hjá Frændum, ið eru fólkaogn. Men hóast romantikkurin eigur ein stóran part, so verða t.d. rúsevni og bohematilverur eisini lýst á ein trúverdugan hátt.

Eyðun er kortini ikki tað sama sum Frændur, har hann byrjaði sína leið sum tónleikari, m.a. sum fiólleikari, og tað er heldur ikki vist, at júst tað at gerast fólkaogn er eitt beinleiðis kriterium í sær sjálvum, hóast talan er um reindyrkaðan popp.

At taka nakað ávíst lag framum er tí kanska ikki heilt rætt, og tað er eisini ilt at meta, um nakað av hesum løgunum á “So nógvar røddir” fer at fáa sama status sum sum t.d. tey góðu, gomlu romantisku løgini frá 80’unum – og fløguni við sama navni hjá Frændum. Tað fer tíðin at vísa - um tey bara halda eitt kvøld í dansinum ella fara at vara alla tíð, um vit læna eina orðing frá Eyðuni sjálvum.

Nøkur løg á nýggju fløguni eru tó serliga verd at nevna.

Sterkasta sangurin á “So nógvar røddir” er helst tann um ein tann sterkasta kærleikan, nevniliga kærleikan til dóttrina hjá Eyðuni. Vøgguvísan “Skattur mín” er sætta skering og fangar beinanvegin. Hon er sangbær, sum fáir sangir eru tað, og tekstur og lag ganga hond í hond líka til Hákunardrongur tekur yvir hjá teimum smáu. Sjálvur spældi eg sangin fyri trý ára gomlu dóttrini, sum beinanvegin segði “Rura, rura barnið”. Samanberingin kundi kanska borið boð um klassikarastatus!

Eisini er “Sum ein sól”, ið eisini er ein heilsan til barnið, eitt fínt lag, hvørs huglag riggar væl til barnasinnið.

Somuleiðis er lagið “Fjakkarin” ein stuttlig roynd at skapa eitt væl svingandi lag við elementum úr nógvum tónleikasløgum, vælkoyrandi bassi og blásarum, sum næstan endurskapar fosturlandssangsjangruna. Teksturin fortelur um sangaran, ið hevur verið næstan allastaðni kring knøttin, men honum dámar best í Føroyum, tí har hitti hann gentuna eitt kvøld í dansinum. Jú, Eyðun dugir enn at trýsta á teir røttu knøttarnar sum romantikari. Og eingin hevur pástaðið, at vit búgva í Føroyum av praktiskum orsøkum.

“Skjótt framvið” er ein kensluborin ballada, har bæði lag og tekstur hava ta tyngd, sum skal til fyri at fáa ein góðan poppsang.

 

Rein rødd

Umframt at syngja púra reint, sum er ein av avgjørdu styrkjunum hjá Eyðuni, er eisini vert at nevna, at hann heldur fast við sítt bygdar-/býarmál, uttan at leggja seg eftir at syngja eitt syntetiskt og skaput havnarmál, sum tíverri tykist at vinda upp á seg í føroyskum sangi. Burtursæð frá eini tveimum “ei’um”, so eru tvíljóðini úr Norðoyggjum enn tey somu, og hetta ger ikki minni trúvirði minni.

Harafturat ger Eyðun ikki tey somu málsligu mistøkini á hesari fløguni, sum hann onkuntíð hevur gjørt áður, tá hann m.a. hevur sungið “nú er grúgvin køld”, “kanst tú siga forvæl”, “bæði synir og døtrar” ella tautologiina “við tær eg fylgi við”. Hesar orðingar hava mangan undrað meg, tí umframt at vera tikin úr leikum sum lagsmiður, so er Eyðun eisini ein sera dugnaligur teksthøvundur, ið meistrar málið sera væl og er sera tilvitaður, hvat tónleikaslag hann skrivar til. Umframt hetta hevur hann seinastu fjórðingsøldina verið roknaður sum ein tann besti mannligi sangarin í Føroyum og hevur tí rokkið hvørjum útvarpslurti í landinum, og hetta gevur eisini eina serliga ábyrgd.

Fløguhúsin er snøggur og hóskar væl til heildina, og hesum er multikunstnarin Høgni Egholm Magnussen bara komin væl frá. Tó hevði tað ikki gjørt fløguna verri sum prentlut, um ein rættlesari var sloppin framat í støðum at lúka tað ringasta burtur.

Um Eyðun Nolsøe er komin víðari, sum onkur hevur eftirlýst, veldst um, hvat tú leggur í tiltakið at koma víðari, og um tað er eitt endamál í sær sjálvum. Í øllum førum ber til at staðfesta, at Eyðun Nolsøe er komin sterkt afturíaftur.

Røddirnar eru so nógvar, men tann hjá Eyðuni man enn vera ein tann frægasta, ið er at hoyra á føroyska tónleikapallinum í dag.

 

 

 

Fakta:

So nógvar røddir

Eyðun Nolsøe, 2007

Framleitt hevur Hans Poulsen

Tónleikarar: Óli Poulsen, James Olsen, Hans Petur í Brekkunum, Tróndur Enni, Jákup Zachariassen og Pætur við Keldu