Sangurin hjá Jógvan Hansen, sum hann skal framføra til Eurovision kappingina í Íslandi komandi fríggjadag, er eitt sera krevjandi lag, fyri røddina hjá Jógvani. -Tað eru ógvuliga lágir og høgir tónar í sanginum, sum krevur nógv av míni rødd, sigur Jógvan Hansen, sum hevur fyrireikað seg uppá hesa kappingina í okkurt um eitt ár.
Tað var í fjør, at Jógvan Hansen gjørdist nummar tvey í kappingini Eurovision Songcontest í Íslandi, bert umleið 200 atkvøður aftanfyri nummar eitt.
Jógvan vil nú royna seg aftur, og hesa ferð við einum lagið, sum hann hevur gjørt saman við Vignir Snær Vigfussini.
Og fyri Jógvan Hansen eru tað nógv viðurskiftini, sum skulu fáast uppá pláss áðrenn trini verður á pallin.
- Eg havi ein privatan venjara og korograf, sum eitur Yesmine Olson. Frá miðjan november havi eg tapt meg 12 kilo. Eg eti einki sukur ella salt. Síðani er nógv tíð farin í studio, har produktiónin av lagnum hevur verið. Og sjálvandi venji eg lagið sjálvt fleiri tímar um dagin. Klæðini skulu seymast til. So hundrað onnur viðurskiftini kunnu nevnast, sum skulu til fyri at fáa teir 3 minuttirnar at rigga, greiður Jógvan Hansen frá.
Sangurin hjá Jógvani verður almannakunngjørdur mánadagin, og fríggjadagin skal hann royna seg í kappingini í Íslandi.










