Eitt krepputekin

Oddagrein:

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Reiðarafelagið eru í hornatøkum um fiskivinnupolitikkin. Vanliga plaga hesir báðir felagskapir, ið umboða sterkastu kreftirnar í samfelagnum, at halda sínar ósemjur innanandura, men hesa ferð eru ósemjurnar so djúpar, at tær ikki kunnu dyljast. Orsøkin til orrustuna er, at Arbeiðsgevarafelagið í almennari fráboðan hevur sagt sína hjartans meining um støðuna í fiskivinnuni. Arbeiðsgevarafelagið mælir frá, at línuskipini fáa kreppuhjálp. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at verður studningur latin, so fer hetta at forða flotanum at tillaga seg og at tillaga seg er ivaleyst neyðugt. Hetta skal helst skiljast soleiðis, at Arbeiðsgevarafelagið heldur línuflotan vera ov stóran og at hann tískil eigur at minkast, soleiðis at tey skip, ið vera eftir, veruliga kunnu liva av einum støðugt minkandi fiskiskapi.

 

Henda almenna fráboðan hevur man fingið øði í formannin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, sum her í blaðnum í gjár var óvanliga bersøgin í sínum aftursvari til Arbeiðsgevarafelagið. Formaður Reiðarafelagsins ivast, hvørt Arbeiðsgevarafelagið hevur førleikarnar til at meta um, hvussu stórur línflotin eigur at vera. Hann hevur lítlan hug at tosa við Arbeiðsgevarafelagið um støðuna í fiskiflotanum, men hetta forðar honum ikki í at geva Arbeiðsgevarafelagnum av grovfílini. Hann heldur, at Arbeiðsgevarafelagið heldur átti at sópað fyri egnum durum, áðrenn hetta felag kemur við góðum ráðum um, hvussu onnur skulu skipa seg.

 

Men formaður Reiðarafelagsins fer longur, enn til bert at harta Arbeiðsgevarafelagið. Hann finst at sjálvum fiskivinnupolitikkinum og her leggur hann ikki fingrarnar ímillum. Hann ger vart við, at samstundis sum alt, ið eitur studningur, er bannlýst, so er fiskiflotin bundin av politiskum ásetingum, ið forða fyri kappingarføri. Flotin er politiskt tvungin at avreiða meginpartin av veiðuni í Føroyum, hóast skipini kundu fingið nógv betri prís uttanlands. Formaður Reiðarafelagsins vísir á, at her hongur ikki saman, tí hetta, at skipini eru tvungin at landa í Føroyum, er í roynd og veru krógvaður studningur til føroysk virki, altso til limir Arbeiðsgevarafelagsins. Her er við øðrum orðum talan um eina politiska stýring av pørtum av vinnuni til fyrimunar fyri aðrar partar og - kundi ein lagt afturat: til fyrimunar fyri føroyskar løntakarar, sum høvdu havt minni fyri hendurnar, um ásetingin um at landa í Føroyum ikki var galdandi.

 

Ósemjan millum the big guys í føroyskum vinnulívi er áhugaverd, ikki bert tí slíkar orrustur er sjáldsamar, men heldur tí, at henda orrusta avdúkar trupulleikarnar í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Hon avdúkar djúpar áhugakonfliktir millum partarnar í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Síðst men ikki minst avdúkar henda ósemja veikleikarnar í okkara fiskivinnupolitikki. Ósemjan er sostatt eitt krepputekin - enn ein áminning um, at tað er lívið um at gera, at avvarðandi partar finna fram til og semjast um ein burðardyggan fiskivinnupolitikk.