Eitt kosmiskt veitslufýrverk


 

Stjørnufrøði


Út á kvøldið sunnudagin siga stjørnufrøðingar, at meteor-riðilin Leonidirnar fer at hava sítt hæddarpunkt.

Meteor-riðilin, Leonidirnar, "brýtur út" hvørt ár umleið tann 17. ella 18. november, men hvussu ógvusligt tað er, broytist ár til ár. Í 1966 vóru umleið 150.000 stjørnuskot um tíman. Í 1999 vóru umleið 5000 meteorar um tíman, meðan í ár 2000 vóru bert nøkur hundrað hvønn tíma.

Væntanirnar til ár 2001 eru positivar. Væntað verður, at Leonidirnar fara at hava tvey "show" við stjørnuskotum tann 18. november. Tað fyrsta verður ikki møguligt at síggja á okkara leiðum, tí fer hetta at fara fram um morgunin. Hesa tíðina er tað myrkt í Norður-og Miðamerika.

Tá klokkan er vorðin í mesta lagi 18.20 sunnukvøldið verður stjørnuskotsaktiviteturin í hæddini. Tá kanst tú, um tað verður klárt í veðrinum væl at merkja, síggja upp til 5-8000 stjørnuskot um tíman. Hetta stóra talið byrjar tó at falla eftir klokkan 20.00.

Fyri fólk í Havnini merkir hetta, at tey skulu hyggja í ein landnyrring, millum Stong og Eystnes. Hyggjast skal eftir stjørnumyndini Leyvan ? vinstrumegin Orionsbeltið.