Jóan Símun Edmundsson varð í dag innskiftur, tá Viking Stavanger spældi málleysan javnleik móti Hønefoss í norsku Tippiliguni.
Fyri kortum hevði hann onga framtíð í felagnum, men í dag setti venjarin álitið á Jóan Símun, tá hinir á liðnum ikki megnaðu at skora móti Hønefoss. Úrslitið gjørdist ein málleysur javnleikur.
Jóan Símun fegnast um at fáa møguleikan aftur, men iðrar seg um at ikki eydnaðist at vinna dystin. Hetta eru fyrstu minuttirnir hjá Jóan Símuni í landskappingini í ár.
Heimasíðan hjá Viking Stavanger gjørdi eftir dystin samrøðu við toftamannin. Samrøðan er á norskum og kann síggjast við at trýsta HER.
Mynd: (Viking-fk.no)