Eitt klipp og ein bót

Løgreglan kannaði í gjár ferðsluna á Oyrareingjum, har tað er loyvt at koyra 80 km um tíman.

 

(savnsmynd)

Fleiri bilar vórðu kannaðir, og tveir teirra koyrdu ov skjótt. Annar koyrdi 100 km um tíman, sum er beint undir markinum at fáa klipp í koyrikortið. Tað fært tú, um tú koyrir 101 km um tíman ella meira.

Ein annar bilførari var óhepnari, tí hann koyrdi 102 og fekk soleiðis klipp í koyrikortið. Bótin var í báðum førum 1.500 krónur.

 

(savnsmynd)