Tá hoyvíkingar og onnur komu til arbeiðis í Havn í morgun, stóð ein løgreglubilur á Sanatoriuvegnum í Hoydølum og gjørdi ferðslukanningar.
Líkt er til, at tey flestu hava koyrt heilt pent eftir Hvítanesvegnum, tí úrslitið gjørdist at ein einstakur bilførari fekk klipp í koyrikortið.
Annars er einki at siga frá, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.