Eitt øki til ídnaðin

Sáttmáli er nú undirskrivaður um arbeiðið at gera eitt øki millum Oyrarnar og Rætt byggibúgvið.

Ætlanin er, at hetta ídnaðarøkið skal vera klárt at byggja á í september mánaði.
Tað er Hentze Entreprenørar sum skal standa fyri arbeiðinum, sum longu er farið í gongd. Teir gera arbeiðið fyri slakar 1,6 mió. kr.