Hóast ein stórur kavabóltur tykist vera farin á rull í føroyska hondbóltsheiminum, so heldur formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, framvegis fast um tey sjónarmið, sum hann áður hevur ført fram.
- Tað, sum vit vildu við hesum var, at greiðar spælireglur skuldu vera á økinum. Tað er líkt til, at hetta nú verður galdandi, og í so máta er endamálið rokkið, leggur hann fyri.
- Men tá tað er sagt, so harmar tað meg ótrúliga nógv, at málið er komið somikið langt, sum tað er. Tað hevur ongan tíð verið okkara ætlan, at leikarar skuldu tveitast av landinum, og heilt erligt, so hevði eg ikki fyristillað mær, at hetta skuldi henda.
- Men um tú spyrt, um eg siti eftir við ringari samvitsku, so er svarið nei. Reglurnar eru til fyri at tær skulu haldast, og so ber tað ikki til, at summi bara gera, sum teimum lystir. Vit hava alla tíðina syrgt fyri, at okkara pappír eru í lagi í slíkum førum, og tað vóna vit, at tey eru, hóast vit enn ikki hava hava fingið nakra viðmerkingin frá fútanum um fyrispurning okkara. Tað hava vit so heldur ikki fingið frá HSF, og tað undrar okkum ikki sørt, má eg siga. Men sjálvt um reglurnar kunnu tykjast tungar, so hava vit altso valt at fylgt teimum, sigur altso VÍF-formaðurin.