Eitt íkast til at lata Kósavirkið uppaftur

- Tey fýra skipini, sum vit nú hava keypt, eiga stívliga 400 fiskidagar tilsamans. Upp á sikt er hetta ikki nóg stórt grundarlag til rakstur av øllum skipunum, sigur reiðarin P/F Christian í Grótinum í Klaksvík hevur nú keypt teir fýra ísfiskatrolararnar, sum Føroya Banki í fjør heyst keypti á tvingsilssølu. Hetta eru skip, sum vóru undir hattinum hjá Maru Seafood, har Jóhan Páll Joensen er stjóri. Tveir aðrir ísfiskatrolarar, Navarin og Borgarin, fóru undir hamaran um somu tíð, sum hesir fýra, og teir eru síðan seldir til Suðuroyar.

Tá suðuroyingar keyptu Navaran og Borgaran, skiltist, at Føroya Banki samstundis seldi felagnum TG Fish fiskidagarnar hjá einum skipi aftrat.

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, vil ikki upplýsa, hvussu nógv teir hava keypt teir fýra ísfiskatrolararnar fyri. Hann ásannar kortini, at skipini eru keypt nóg dýr, sum hann tekur til.

Spurdur, hvussu nógvar fiskidagar hesi fýra skipini eiga tilsamans, sigur reiðarin:

- Talan er um tvey vanlig loyvi ? og tvey smærri loyvi. Samlaða talið av fiskidøgum hjá øllum fýra skipinum er stívliga 400.

Kristian Martin sigur, at upp á sikt eru hesir 400 dagarnir ikki nóg mikið til lønandi rakstur.

- So, vit fara at arbeiða við ymiskum møguleikum. Ein er, at vit møguliga kunnu útvega okkum eyka fiskidagar, ein annar er samstarv við aðrar, og ein triði er, at onkur av skipunum ikki fara á fiskiveiði. Allir møguleikar eru opnir. Nú hava vit keypt skipini, og nú verður farið hyggja at, hvørjir møguleikarnir eru.

Reiðarin í Klaksvík dylur ikki fyri, at keypið av teimum fýra ísfiskatrolarunum er teirra íkast til at fáa Kósavirkið latið uppaftur.