Eitt innlit í drøggheimin

Jakob Ejersbo, Nordkraft,
Gyldendal, 2002

Ingrid Bjarnastein
····







Danski rithøvundurin, Jakob Ejersbo, vann við skaldsøguni Nordkraft, bókmentavirðislønina De Gyldne Laurbær. Og hví henda æran fall júst honum í lut, skilir ein, tá bókin verður lisin.
Nordkraft er um ein bólk av ungum fólkum, har hassj bara er ein púra vanligur partur av gerandisdegnum. Hon gongur fyri seg í Aalborg í Norðurjútlandi, og vit eru við á spælistaðnum 1000fryd og ganga oman og niðan eftir nógv umrøddu høvuðsgøtuni í býnum, Jomfru Ane Gade.
Bókin er býtt í tríggjar høvuðspartar, har hvør parturin snýr seg um ymiskar persónar, men har teirra lagnur á ein ella annan hátt renna saman at enda í bókini.
Lýsingin av hassjumhvørvinum er rá, livandi og veruleikanær. Tá bókin verður lisin kennist tað næstan, sum ein er til staðar sjálvur. Ejersbo ger við søgugongdini lesaranum greitt, at hassj og turvelvandi drøgg ofta eru nógv nærri einum sjálvum, enn ein er greiður yvir. Eisini hevur verið nevnt, at Nordkraft kann síggjast sum eitt danskt boð uppá Trainspotting hjá Irving Welsh, sum kanska er mest kend sum filmur.
Í fjør gjørdi Ole Christian Madsen, sum millum annað er kendur frá at hava leikstjórnað røðirnar Taxa og Ferðaliðið, Nordkraft til film. Sjónleikararnir vóru rættiliga ungir og ókendir, og filmurin fekk góð ummæli.
Sjálv bókin var, tá hon kom út í 2002, skýrd at vera ein tann besta danska bókin í langa tíð. Ella sum ummælarin á Politiken tók til Den kan komme til at stå som 2000 årenes Hærværk