Í dag kl 14 var í Býráðshøllini í Klaksvík almannakunngerðing av teimum fýra uppskotunum til nýtt mentanarhús í Klaksvík.
Steintór Rasmussen spældi tvey løg, og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík greiddi frá tilgongdini um at fáa gjørt eina hugskotskapping, døminngini og hvørjir Vinnarnir vóru.
Teir bjóðandi vóru:
Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum vunnu projektkappingina
FuglArk, onnur virðisløn
Arkitektar99, triðja virðisløn
Map Arkitektar, fjórða virðisløn
Jógvan Skorheim, borgarstjóri greiddi frá fíggingini og tí tilgongd, sum nú fer fram at fáa bygt nýggja mentanarhúsið, og fegnaðist hann um góðu hugskotini og at arkitektar hava tikið sær stundir at koma við hesum góðu hugskotum.
Borgarstjórin greiddi frá, at húsið skal eftir ætlan standa liðugt í 2019/20.
Ósbjørn Jacobsen greiddi frá tilgongdini og um hvussu húsið varð ætlanð at nýta. Eisini frá um ein dúk, sum verður lagdur uttaná øllum bygninginum, ið kann hava skiftandi ljós, stýrt við eini teldu.
Væl av fólk var komið saman at forvitnast og vóru tey hugtikin av uppskotunum.
Tað vakra hugtekur øll, tí hevur eisini tað arkitektoniska í nýggja mentanarhúsinum, saman við tí funktionella ført okkum fram til hesa loysnina. Eina loysn har einstaklingar og feløg koma at trívast og mennast. Soleiðis sigur forkvinnan í stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, Signhild V. Johannesen um vinnandi uppskotið
Forkvinnan heldur fram: Einaferð sungu Frændur :
“Eg_ gangi kendar gøtur, og barnaminnið vitjar meg, tey kveikja eina farna tíð, eg hugsi tí um teg”.
Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast saman, at vit í dag, geva borgaranum eina framtíð, har umstøður at veksa, skapa og vísa síni evni, á einum kendum staði, í nýggjum hami, verða til staðar.
Vit onnur fáa møguleikan at uppliva, njóta og sansa. Kósin er sett, vit hava sett málið hvagar leiðin gongur, vit skula standa saman um mentanina, miðbýin og Klaksvíkina. Eitt felags andlit úteftir.
Dómsnevndin
Í álitinum frá dómsnevndini, verður m.a. sagt um vinnarauppskotið, at Klaksvík ikki áður hevur havt eitt rættiligt mentanarhús, sum er gjørt til endamálið. Mentanin, framførslur og framsýningar hava hildið til í skúlanum, Ítróttarhøllum, gamla biografsalinum, gomlu sløkkiliðsstøðini, niðurløgdum fiskahúsum og aðra staðni.
Tí er tað ein rættur varði á vegnum, at fáa reist eitt mentanarhús, gjørt til endamálið, sum skal hýsa felagslívinum í býnum, sjónleikafelagnu, listafelagnum, Dávavirkinum, tónleikarum skapandi fólki annars.
Staðsetingin, sum er Posthúsið við eini afturatbygging vestiryvir, er tann besta, býurin kann bjóða. Posthúsið verður varðveitt í sniði, tó at tað innan verður umskipað. Síðani verður ein spennandi bogin bygningur bygdur uppí posthúsið - snotiligur og glæsiligur.
Samlaða bygningsverkið tekur atlit til tí verandi og lítur eisini fram í tíðina. Tilbygningurin hevur eina stóra innbjóðandi trappu vestanfyri, sum førir til eina høll undir stóra salinum. Frá stóra salinum ber til at lata upp móti Vágsbøi, so til ber at hava útikonsertir hagani.
Arkitekturin skrivar m.a. um hugskotið til bygingin, at hann er kveiktur frá frumsøguni ella sagnunum um íbygdar steinar, har alt spennandi kann henda.
Mett verður, at talan kann gerast um ein ikoniskan bygning og byggiverk annars, sum rættiliga kann seta Klaksvík á kortið við hesum spennandi uppskoti.
Raphael Meunier
Ein fransmaður, Raphael Meunier, sum saman við øðrum hevur arbeitt við vinnandi projektinum á teknistovuni hjá Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, fegnaðirt um, at teir vóru so væl fagnaðir og vunnu.
Raphael, sum hevur arbeitt hjá Ósbjørn í eitt ár, fer nú aftur til Frankaríkis at søkja sær arbeiði. Hann helt fyri, at hetta var gott at fáa afturat á sítt CV, at hann saman við Ósbjørn Jacobsen Arkitektum hevði verið við til at vinna eitt hugskot um nýtt mentanarhús í Klaksvík.
Uppskotini
Tey fýra uppskotini til nýtt mentanarhús í Klaksvík, sum vórðu almannakunngjørd í dag, eru frá føroyskum arkitektafeløgum. Tey eru biðin um at koma við uppskoti til umbygging av verandi posthúsi, har verandi skap verður varðveitt og annars byggja afturat góðar 1.100 m2 við m.ø. eini høll og øðrum hentleikum.
Býráðið keypti í síni tíð posthúsið og legði tað í ein grunn – Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík.
Ein neyv byggiskrá er gjørd fyri húsið, sum við eini afturatbygging skal hýsa m.a. Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Klaksvíkar býráð – við býráðssali, sum eisini skal kunna nýtast til onnur tiltøk
Spæli‐ og venjingarverkstað, Dávavirkið, Klaksvíkar Tónleikarafelag, og aðrir brúkara, eins og spontan tiltøk, skulu kunna vera inni har.
Eisini eru løgd inn gongu og veruøki við kaféumhvørvi og einum stórum sali, sum skal hýsa í minsta lagi 300 fólkum
Býráðssalurin skal eisini kunna brúkast til onnur tiltøk – og býráðssalurin kunna brúka hjáliggjandi høli.
Býráðið hevur lagt pening í keypið og annars sett av á langtíðar fíggjarætlanina 20 mill til hesa sepnnandi verkætlan
Fýra spennandi uppskot eru innkomin, hvørs vinnari varð Ósbjørn Jacobsen Arkitektar
Stýrið fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík:
Signhild V. Johannesen, forkvinna
Jógvan Skorheim
Gunvá við Keldu
Archibald Black, vegna Norðoya Listafelag
Rudolf Joensen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum
Uppskotini hanga uppi í komandi viku í býráðshøllini og kunnu síggjast í upplætingartíðini, kl. 10 – 16.
Link til myndir av vinnaraprojektinum
https://www.dropbox.com/sh/vbhkjwfsicfx0uw/AABn23Z7grrpAXr2vAx7dwbUa?dl=0










