Eitt hugtakandi vikuskifti á Kongabrúnni

Fríggjakvøldið bjóðar Café Natúr teimum lesandi til studentakvøld, meðan Uni Debes og Tróndur Enni hugtaka leygarkvøldið.. Fríggjakvøldið bjóðar Café Natúr eitt serligt kvøld til tey føroysku lesandi. Hetta er kvøldið, har tey gírigu eisini kunnu vera við og har øll hini kunnu nýta lívið á Café Natúr enn meira fyri sama prís. Millum klokkan 21 og 01 fríggjakvøldið fáa øll lesandi tað triðja keypið ókeypis, tá ið tey keypa tvey í Café Natúr.

 

Uni Debes og Trónur Enni eru aftur á Café Natúr hetta vikuskiftið. Uni hevur føroyska blues tónleikin nærri at sær enn nakar annar og tí hevur hann nærleikan, innlivingina og sorgina í tónleikinum. Tróndur Enni hevur nørt tað gudsgivna talentið fyri tónleikinum saman við familjuni og saman við okkara bestu tónleikarum. Uni Debes og Tróndur Enni garantera fyri enn einum sjarmerandi, inniligum og tónleikaliga ríkum kvøldi á Café Natúr