Ein dag í farnu viku, tá Sosialurin vitjaði heima á Sandi, komu vit fram á hesar menninar sum stóðu og prátaðu saman úti í Støð.
Helst er okkurt orðið fallið um kommunalpolitikk, tí borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy (uttast høgrumegin) var ein teirra.
Hinir báðir eru eisini kendir á oynni - Bogi Petersen, ið hevur við ruskstaðið at gera og Sámal Hentze, sum koyrir oljubil.
Av sonnum, ein hugnalig bygdarmynd í tí góða veðrinum.