Eitt hugnaligt hotell við Tottenham Court Road

Í sjálvum hjartanum av West End í London liggur St. Giles Hotel. Hetta hugnaliga hotellið hevur 3 stjørnir og er væl dámt millum manna.

Á St. Giles Hotel eru ikki færri enn 655 kømur av alskins slagið frá standard og superior til suitir. Bæði kømur, suitir  og restin av hotellinum eru í góðum standi, við innbúgvi í nýmótans sniðið.
Matstovan Hugos Rotisserie er partur av hotellinum og liggur út til Tottenham Court Road. Á Tottenham Court Road liggur portrið til alt London: Undirgrundar jarnbreytarstøðin Tottenham Court Road. Við tokinum sleppur tú um alt London, ið telist millum mest spennandi býir í Evropa um ikki heiminum.
Hevur tú betur hug at gangas, so liggur St. Giles Hotel heilt tætt við býarpartarnar Soho og Chinatown og tú kanst lættliga ganga til Shaftsbury Avenue har tú kann síggja ýggjastu sjónleikirnir, ella kanst tú spáka til stórsligna Bristish Museum.