Tað eru ikki útlit til, at Føroyar fara at fáa limaskap í fríhandilsfelagsskapinum, EFTA, í bræði. Tað ásannar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum og uttanlandsmálum.
At fáa føroyingum limaskap í EFTA, hevur verið eitt hjartamál hjá hesi samgonguni, tí felagsskapurin hevur fríhandilsavtalu við 27 lond í øllum heiminum. Harumframt eru samráðingar við seks onnur lond afturat um limaskap. Í løtuni eru Noreg, Ísland, Sveis og Liktinstein limir í EFTA.
– Limaskapur í EFTA hevði givið Føroyum atgongd til allar fríhandilssáttmálarnar, og tá hevði føroyskt vinnulív kappast á jøvnum føti við vinnulív úr Noregi og Íslandi, sigur Poul Michelsen, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.
Síðani hann varð landsstýrismaður fyri tveimum árum síðani hevur hann sostatt arbeitt miðvíst fyri føroyskum limaskapi í EFTA.
Ísland, sum er limur í EFTA, hevur játtað at stuðla føroysku umsóknini, men norskir myndugleikarnir eru meiri lunkaðir. Hinvegin hevur Poul Michelsen fingið tað fatan, at sum støðan er nú, vil Sveis ikki ganga føroyska ynskinum á møti
Liktinstein hevur boðað frá, at í sum heild eru tey ikki ímóti føroyskum limaskapi, men tey vilja ikki binda seg fyrrenn øll EFTA eru samd um at geva føroyingum limaskap.
Tað, sum hevur sett fót fyri føroysku ætlanini, er ætlanin hjá Bretlandi at melda seg úr ES, tí myndugleikarnir í Sveis halda, at tað ger støðuna rættiliga ógreiða.
– Hóast EFTA ikki hevur sagt nei til føroyskan limaskap, eru útlit ikki fyri føroyskum limaskapi í EFTA í bræði, kunnar Poul Michelsen fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um.
– At Bretland fer at melda seg úr ES, hevur elvt til óvissu um handilsviðurskifti í Evropa og tí vilja londini bíða við at taka spurningin um føroyskan EFTA limaskap upp, sigur hann.
Hann heldur, at tað er hugsandi, at Bretland verður limur í EFTA, tá ið tað hevur limað seg úr ES, ella at Bretland og EFTA fara undir bindandi samstarv eftir øðrum leisti, heldur landsstýrismaðurin.










